Firmakapping
Hetta er triðja árið á rað, at yngra høvuðsstaðarfelagið skipar fyri sonenvdu firmakappingini, og sum skilst á lagnum, hevur talan verið um sera væl umtókta kapping. Til dømis fevndi kappingin í fjør um 44 lið, men tá vóru onnur 20, sum ikki sluppu upp í part, tí tey vóru ov sein á sjóvarfallinum, tá tilmeldanin fór fram.
Hetta hevur fingið fyrireikararnar at umhugsa, at økja talið av liðum, men í fyrsta umfari eru hesar ætlanir tó sleptar. Skulu fleiri lið vera við, verður eisini neyðugt at nýta fríggjadagin til kappingina, men tá verður tað helst ov skýmligt at spæla.
Annars verður sagt um kappingina, at hon verður skipað við dystum tvørtur um hálvan vøll. Sjey leikarar kunnu vera á hvørjum liði, umframt eykaleikarar, og einasta treyting er, at eingin á liðnum hevur spælt við í trimum teimum fremstu vaksnamannakappingunum hetta kappingarárið.










