GÍ-B36 4-1 (0-1)
Løgmanssteyp
Tá tosið hevur gingið um fótbóltsárið í vikunum og mánaðunum undan kappingarárinum, hevur B36 ofta verið havt á munni, sum eitt gott boð upp á ein komandi FM-vinnara. GÍ hevur ikki ligið eins frammaliga í huganum á fólki, men skírishósdag fingu teir so prógvað, at tað so avgjrøt eisini skal roknast við teimum í ár.
B36 varð nevnliga sent til hús við einum greiðum tapi, og sum skilst úr Gøtu, var talan eisini um ein fult uppibornan sigur.
B63 var annars á odda í hálvleikinum við einum máli, sum varð skrásett sum sjálvmál, men við fýra málum seinastu trý korterini, settu gøtumenn alt upp á pláss.
Bartal Eliasen stóð fyri tveimum av hesum, meðan teir báðir runavíkingarnir, Helgi L. Petersen og Óli Hansen, fingu hvør sítt.
Umframt at senda hinum liðunum í landinum eina ávaring um komandi hálva árið, tryggjaðu gøtumenn sær mest sum víðari luttøku í kappingini við sigrinum.