Bjarki Danielsen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í vánaligum líkindum á Dungasandi, har tað í kvøld er bæði vindur og regn.
Máltalvan vísir 1-1, og tað sæst á kropsburðinum í bæði heimaleguni og gestunum, at teir eru vónbrotnir.
Í B36 eru teir vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku og harvið at halda tørn um frástøðuna aftur til EB/Streym í kappingini um europeiska plássið. EB/Streymur vann fyrr í dag 1-0 á Skála.
Í 07 Vestur eru teir ógvuliga vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um 1-0 leiðsluna, sum teir vunnu tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir. Ronni Møller-Iversen legði flatt innfyri úr vinstru, bólturin sigldi millum spælarar í báðum liðunum og aftur til handara stólpa, har 07 Vestur liðformaðurin og miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen setti bóltin í málið. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.
07 Vestur hevði sera fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, og hóast B36 eftir steðgin hevði vindin undan, so tóktist tað, at teir á heimaliðnum høvdu tak á støðuni og hildu væl og virðiliga tørn um leiðsluna, sum minuttir datt av minutti.
B36 megnaði ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og so var tað at enda neyðugt av álvara at spenna álopsbogan. Merkisvert var tað, at B36 venjarin Dan Brimsvík tók framrættaðu menninar av vøllinum og setti nýggjar á vøllin fyri teir heldur enn at skifta álopsspælarar inn fyri verjuspælarar.
Av vøllinum fóru miðskeiðis í seinna hálvleiki fremsti maður Rasmus Nissen og Benjamin Heinesen, sum var framrættaður í høgru, og í teirra stað vóru settir ávikavíst Brian Jakobsen og Hannes Agnarsson, sum í dag var á beinkinum, men annars oftast plagar at vera millum teir fyrstu ellivu. Lukas S. Enevoldsen varð fluttur úr miðverjuni fram í álopið, og fýra minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, avloystu Ragnar Samuelsen og ungligaspælarin Marius Árting Allandsson ávikavíst Michal Przybylski og Bjarka C. Nielsen.
Og tá ið vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin, eydnaðist tað B36 at javna til 1-1. Uppspælið var mitt fyri, og tað var Andrass Johansen, sum átti uppleggið, og tað var innskifti Brian Jakobsen, sum varð leysur mitt fyri og setti bóltin í málið aftanfyri sera væl upplagda Ara í Haraldstovu Petersen í 07 Vestur málinum. Hetta var áttanda ferðin, at Brian Jakobsen var málskjútti í bestu landskappingini í ár.
1-1 og vónbrot í heimaleguni at missa tvey stig, sum kunnu fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, um vágaliðið eisini í 2023 verður í bestu deildini, og vónbrot í B36 leguni um, at tað ikki eydnaðist at vinna tey bæði stigini, sum kunnu fara at vísa seg at vera avgerandi, tá ið tað fer at verða gjørt upp og europeisku atgongumerkini verða handað.
Mikukvøldið fær 07 Vestur nýggjan møguleika at styrkja um sína støðu í stríðnum um at sleppa undan at flyta niður. Tá verður dysturin ímóti EB/Streymi við Margáir, sum varð avblástur síðsta sunnudag.
Í 26. umfari, sum sambært skránni verður annan sunnudag, fer 07 Vestur at spæla á Skála, og tá verður B36 partur av grannauppgerð ímóti HB í Gundadali.
-
07 Vestur – B36 1-1 (1-0)
1-0: Høgni Egilstoft Nielsen
1-1: Brian Jakobsen
Dómari: Bjarki Danielsen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Dánjal Pauli Lervig, Rasmus Knudsen – Ásbjørn Heðinsson, Høgni Egilstoft Nielsen, Jasper Van Der Heyden – Janus Svabo Samuelsen, Mads Borchers, Ronni Møller-Iversen
Venjari: Michael Schjønberg
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Andrias H. Eriksen, Lukas S. Enevoldsen, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen, Andrass Johansen – Benjamin Heinesen, Michal Przbylski, Bjarki C. Nielsen – Rasmus Nielsen
Venjari: Dan Brimsvík