Fótbóltur
Tað var eitt krav til B36 at vinna dystin, tá teir leygardagin tóku ímóti NSÍ á heimavølli. Oddaliðið GÍ hevði nevniliga vunnið kvøldið fyri, og tískil var ein sigur neyðugur, um B36 ikki skuldi missa GÍ úr eygsjón.
Góð byrjan hjá B36
B36 fekk eina sera góða byrjan, tí tá bert tveir minuttir vóru farnir, lá bólturin í NSÍ málinum. John Petersen fekk bóltin í høgru síðu, og við einum sera neyvum innleggi fann hann Heðin á Lakjuni, sum eitt sindur úti frá skallaði bóltin niður í handara málhorn, uttan nakran møguleika hjá Jens Martini Knudsen at bjarga. Eitt sera vakurt mál.
Tríggjar minuttir seinni hevði B36 ein gyltan møguleika at økja um leiðsluna og sostatt veruliga seta seg á dystin. Magni á Lakjuni gjørdist leysur eftir langt útspark frá Tróndi Vatnhamar í B36 málinum, men við einum lobbara fór bólturin uppum Jens Martin og á tvørtræið, og sostatt var støðan óbroytt 1-0 til B36.
Tað luktaði av stórsigri til B36, men sum hálvleikurin leið mentist NSÍ liðið, og fleiri ferðir var vandi á ferð frammanfyri B36 málinum, tó uttan at nakað spurdist burturúr. Fleiri vandamikil innlegg, tvey fríspørk beint uttan fyri brotsteigin og annars spæl frammanfyri B36 málinum var tó ikki nóg mikið hjá NSÍ at javna.
Málleysur annar hálvleikur
Tá annar hálvleikur var farin í gongd sást beinanvegin, at NSÍ liðið legði seg fram og vildi hava mál. Fleiri vandamikil innlegg vóru og nakrar skotroyndir, men eins og í fyrra hálvleiki vóru NSÍ leikararnir ov óvandamiklir frammanfyri B36 málinum.
B36 hevði eisini sínar royndir, men samanumtikið tóktist NSÍ liðið at vera meiri ágangandi enn B36. Havnarmenninir vóru óhepnir við skaðum bæði áðrenn og í dystinum, tí umframt at Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson sótu uttanfyri, noyddust bæði Fróði Clementsen og Bjarni Prior at fara út við skaða, og vóru teir avloystir av ávikavist Herbert í Lon Jacobsen og Eyðun Højgaard.
B36 kundi avgjørt
Móti endanum av dystinum dovnaði NSÍ liðið eitt sindur aftur, og B36 hevði harafturímóti møguleikan at sláa sigurin fastan. 18 ára gamli Heini í Skorini kom inn fyri Magna á Lakjuni og fekk sín fyrsta dyst á 1. deild, tá tíggju minuttir vóru eftir. Sami Heini í Skorini kundi avgjørt dystin til fyrimuns fyri havnarliðið, tá hann eftir at vera farin framvið Djóna N. Joensen gjørdist leysur við Jens Martin Knudsen úr spískum, men Jens Martin bjargaði við beininum.
Einki mál kom afturat í dystinum, og gjørdi havnarliðið tí sína skyldu, men ikki meir enn tað. 1-0 til B36 var endaliga úrslitið, og sostatt hótta teir enn suverena oddaliðið í Gøtu.
GÍ ella B36
NSÍ kundi eins væl fingið javnleik, men hóast nógv spæl og vandamikil álop spurdist ov fáir málmgøguleikar burturúr, og við tapinum nærkast NSÍ botninum í 1. deild, hóast teir við spælinum í Gundadali leygardagin avgjørt vístu sínar dygdir.
Við sigrinum varðveitti B36 spenningin í oddinum í føroysku 1. deild, og 5 stig skilja framvegis GÍ og B36, meðan hini oddaliðini eftir úrslitini í vikuskiftinum ikki tykjast hava møguleikan at vinna FM. Væntandi verður seinna hálva í 1. deild eitt "Two horse race" millum GÍ og B36.