Fótbóltur
Tá ið síðsti landskappingardysturin í Gundadali var 35 minuttir gamal, var B36 á odda 5?0 ímóti VB. Vágbingar tóku seg ongantíð saman, og tað er væl skiljandi, at B36 gav uppat, tá teir væl og virðiliga høvdu gjørt sín part. So bíðaðu teir eftir, um EB/Streymur nú fór at gera nakað við GÍ. Tað gjørdu teir ikki.
Á VB liðnum var verjuálitið Eyðun Jacobsen burtur. Tað hevði stórar trupulleikar við sær fyrsta hálva tíman. Serliga var tað í vinstru, at tað var heilt galið. B36 menninir dusaðu sær, og Heini í Skorini og Niels Joensen komu ferð eftir ferð í støður, har teir høvdu tíð og pláss at leggja innfyri.
Tá B36 hevði skorað fýra ferðir, varð Mortan úr Hørg fluttur út í vinstra verjuborð hjá VB at tippa. Tað varð væl frægari, men sjálvandi var einki hjá VB at gera. Teir vóru aftanfyri við fimm málum, og so ráddi í 2. hálvleiki um at avmarka avhølvingina. Tað høvdu B36 menninir einki ímóti, og so varð tað ein av teimum friðarligu 2. hálvleikunum.
Málini
Jákup á Borg gav sær sjálvum sjálvsálit undan landsliðsferðini. Hann skoraði í 6. og í 21. minutti. Í tí fyrra førinum stútaði hann úr fýra metrum, eftir at Heini í Skorini hevði lagt innfyri, og í seinna førinum var hann púra blankur, eftir at Arnbjørn Danielsen hevði stungið fram ímillum.
Jens Kristian Hansen, sum hesa ferð var miðvallari, meðan Klæmint Matras var í miðverjuni, stútaði til 3?0 í 26. minutti. Eitt bleytt fríspark varð lagt úr høgru, bólturin næstan datt á høvdið á veteraninum, og tað var akkurát soleiðis, at hann ? altso bólturin! ? vann inn um strikuna.
Magni á Lakjuni skoraði til 4?0 á hálva tímanum, og aftur var talan um innlegg úr høgru. Tað var tað eisini, tá aftasti maður, Egil Zachariassen, eftir hornaspark og út frá aftur umsetti innlegg frá Jákupi á Borg.
B36 setti punktum, tá ein tími var farin. Innleggið kom úr høgru, og Heini í Skorini stútaði umvegis tvørtræið og í kassan. So var 6?0, og allir uttan landsliðsmenninir fóru í vetrarfrí ? um teir ikki høvdu pakkað saman undan og undir síðsta dystinum!
Dysturin í tølum
B36-VB 6-0 (5-0)
1-0: Jákup á Borg 6
2-0: Jákup á Borg 21
3-0: Jens Kristian Hansen 26
4-0: Magni á Lakjuni 30
5-0: Egil Zachariassen 35
6-0: Heini í Skorini 56
Dómari: Lassin Isaksen
B36: Rene Tórgarð - Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Klæmint Matras ? Niels Joensen, Kenneth Jacobsen, Jens Kristian Hansen, Iulian Florescu ? Heini í Skorini, Jákup á Borg, Magni á Lakjuni
VB: Bjarni Johansen ? Michael í Lágabø, Predrag Zivkovic, Magni Jacobsen ? Dan Djurhuus, Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Mortan úr Hørg, Nenad Zivanovic ? Robert Cieslewicz Jón Pauli Olsen