B36 fulla úrtøku á bygd

Í dag bíðar toppliðnum stór avbjóðing við Margáir

Suverena oddaliðið B36 er á veg norður í Sundalagið. At sjálvsálitið er stórt er einki at siga til. Higartil í ár hevur árstalsfelagið í Gundadali verið sjey ferðir á bygd, og tað hevur hvørja ferð eydnast at vinna fulla úrtøku. Einastu stigini, sum liðið hevur mist á útivølli, um tað ber til at siga tað soleiðis, var í 1-1 javnleikinum ímóti HB.

Tað eru teir somu, sum ólavsøkudag vóru við til at vinna 2-1 á KÍ, sum hesa ferð hava fingið boð.

Hjá EB/Streymi er dagsskráin at halda tørn í kappingini um fjórða plássið. Fyri einari viku síðani vísti liðið góðan moral á Argjum, har tað endaði 2-2, eftir at EB/Streymur tvær ferðir hevði verið undir. Ta ferðina var Arnbjørn Hansen skiftur inn miðskeiðis í 2. hálvleiki, tí hann hevði verið burturstaddur og tískil ikki hevði vant so nógv. Hann man fara at vera millum teir fyrstu ellivu í dag.