B36 flytur upp

Tað var í gjár, at tær vunnu greitt og uppiborið á HB. Úrslitið var 3-0.

 

Elsa Anna Mohr, Sunfríð Simonsen og Maria S. Mikkelsen stóðu fyri málunum.

 

Fremsta kvinnuliðið hjá B36 varð ikki mannað í fjør, og liðið noyddist úr bestu deildini. Tí hevur liðið spælt í næstbestu deildini í ár.

 

Venjari er Jacob Thomsen.