Aftur ígjár tóku lurtararnir hjá Ràs2 væl undir við høvinum at senda eitt sms inn til 559999 í royndini at vinna tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland, sum verður á Tórsvølli, leygarkvøldið 13. juni klokkan 19.45.
Besta smsið hesaferð hevði ein trúgvur B36-fjeppari, sum hevði eina speiska viðmerking til ultradefensiva spælistílin hjá EB/Streymi í dystinum ímóti B36. Vinnandi smsið varð soljóðandi: "EB/Streymur spældi við 11 málmonnum, bara ein var í handskum :)"
Onnur stuttlig sms vóru hesi :
"Eg skilji væl at eykablusurnar hjá TB eru reyðar".
"Atli ætlar mál. Finnur finnur málið. Lava lavar mál."
"Vit brúka bara hálvan vøll, so restin kann fáast bíliga, heilsan EB/Streymur."
"Øll toppliðini greiddu sína skyldu í dag, uttan TB. Heilsan Topp 5."
"Vónandi kemur summarið skjótt, vit hava bara 6 stig."
"Ymisk eru fjeppararópini. NSÍ rópa "góðir"! ÍF rópa "MÓÐIR""
"ÍF ynskir umdyst. Víkingur hevði ein mann uttanfyri tá teir skoraðu til 0-1."
"Gamlir menn skora bara i Fuglafirdi ;)"
"Um Artur hevði fingið ein skaða í armin, hevði tað verið ein katastrofa fyri TB."
"ÍF mátti á ellisheimið fyri at fylla beinkin."
"Koyr á Eyðun Klakstein tú ert nokk einasti í verðini, sum bæði er venjari hjá einum liði, og samstundis leikari við einum øðrum liði, og skorar. Koyr á Eyðun."
"Slagorðið hjà flestu Argjafressum ì hesum tìdum er: "NÙ MÀ OKKURT HENDA" ?"
"Nú hevur TB ikki minni enn 2 eyka málmenn."