Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið B36 og 07 Vestur í kvøld avgreiddu dystin, sum hevur verið útsettur, síðani B36 á ólavsøku var á ferð til europeiska avbjóðing.
B36 vann 2-0, og harvið er árstalsfelagið næstfremst. B36 hevur ikki tapt tíggju tær seinastu ferðirnar í landskappingini og steypafinaluni. Tvær ferðir er tað endað við javnleiki, og í hinum dystunum hevur B36 vunnið fulla úrtøku.
Í kvøld tók tað sína tíð, áðrenn B36 megnaði at staðfesta sigurin.
Michal Przybylski legði B36 framum, tá ið tað restaðu sjey minuttir av fyrra hálvleiki. Seinna málið skoraði Erlendur Magnusson lítla løtu undan leikloki eftir óbeinleiðis fríspark í 07 Vestur brotsteiginum.
Tá ið støðan var 1-0, var tað spenningur um úrslitið. Tíðliga í seinna hálvleiki vórðu bæði Ken Fagerberg og Sonny Jakobsen skiftir inn í 07 Vestur álopið. Tað bar størri tyngd og brodd við sær, og tað bar spentar støður í báðum endum við sær, tí 07 Vestur spenti álopsbogan.
Tó eydnaðist tað ikki hjá 07 Vestur at spæla seg til góðar málmøguleikar. Tað var mest sum bara í sambandi við deyðbóltsstøður, at vandi kendist vera á ferð.
B36 hevði fleiri góðar møguleikar. Silas Eyðbjørnsson stóð seg væl í 07 Vestur málinum og bjargaði væl, bæði á strikuni og í luftini.
Tá ið Erlendur Magnusson lítla løtu undan leikloki økti til 2-0, kendist tað vera stórur lætti í B36 leguni.
Úrslitið ber við sær, at B36 nú hevur 46 stig – eitt stig fleiri enn KÍ og trý stig fleiri enn NSÍ.
07 Vestur er á níggjunda plássi við trettan stigum - eitt stig fleiri enn AB sum er aftast.
Sunnudagin skal B36 í 24. umfari spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Sunnudagin skal 07 Vestur spæla á útivølli ímóti NSÍ.
B36 - 07 Vestur 2-0 (1-0)
1-0: Michal Przybylski 36.
2-0: Erlendur Magnusson 89.
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Rói Hentze Mørk - Ragnar Samuelsen, Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson - Gilli Samuelsen (Hannes Agnarsson, 60.), Michal Przybylski, Benjamin Heinesen (Kaimar Saag, 69.) - Meinhard E. Olsen (Andrias H. Eriksen, 85.)
Gult kort: Ragnar Samuelsen
Venjari: Jákup á Borg
07 Vestur: Silas Eyðbjørnsson - Jákup Sveinbjørn Olsen, Dann Fróðason, Martin Tausen, Asbjørn Heðinsson - Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye (Jóannis á Steig, 75.) - Teitur Olsen (Ken Fagerberg, 61.), Sølvi Egilsson, Janus Svabo Samuelsen - Hørður Ingi Egilson (Sonny Jakobsen, 61.)
Gult kort: Martin Tausen
Venjari: Sigtór Petersen
HB | 23 | 20 | 1 | 2 | 49 | 16 | 61 |
B36 | 23 | 14 | 4 | 5 | 50 | 28 | 46 |
KÍ | 23 | 14 | 3 | 6 | 39 | 18 | 45 |
NSÍ | 23 | 13 | 4 | 6 | 47 | 20 | 43 |
Víkingur | 23 | 11 | 5 | 7 | 37 | 30 | 38 |
Skála | 23 | 7 | 5 | 11 | 25 | 32 | 26 |
Suðringar | 23 | 6 | 4 | 13 | 23 | 37 | 22 |
EB/Streymur | 23 | 4 | 8 | 11 | 25 | 41 | 20 |
07 Vestur | 23 | 4 | 1 | 18 | 22 | 58 | 13 |
AB | 23 | 3 | 3 | 17 | 11 | 48 | 12 |
24. umfar
Sunnudagin 30. september
KÍ - AB
EB/Streymur - HB
Víkingur - B36
NSÍ - 07 Vestur
Suðringar - Skála
--
LIÐUGT
2-0
90) 2-0
Fýra minuttir lagdir aftrat.
89) 2-0
GULT KORT. Hannes Agnarsson hjá B36.
89) 2-0
2-0: Erlendur Magnusson
Við óbeinleiðis frísparki í brotsteiginum verður lagt aftur til Erlend Magnussen, sum úr níggju metrum sendir bóltin í málið.
86) 1-0
B36 skiftir út: Andrias H. Eriksen avloysir Meinhard E. Olsen. Hetta er verjukend útskifting.
78) 1-0
07 Vestur skiftir út: Jóannis á Stein avloysir Ndende, sum fer skaddur av vøllinum.
77) 1-0
07 Vestur spennir álopsbogan, og Sølvi Egilsson hevur havt góðan møguleika.
73) 1-0
B36 skiftir út: Kaimir Saag avloysir Benjamin Heinesen.
71) 1-0
Nú var tætt við, at B36 økti um leiðsluna. Bæði Meinhard E. Olsen og Michal Przybylski eru í góðum støðum, men Silas Eyðbjørnsson er stinnur í málinum.
67) 1-0
Teir eru ikki heilt álvuligir við støðuna í B36, nú 07 Vestur hevur fingið meiri brodd og tyngd í álopini.
64) 1-0
07 Vestur málverjin Silas Eyðbjørnsson er sera tryggur, tá ið hann ferð eftir ferð fer úr málinum og loftar eftir innlegg.
61) 1-0
07 Vestur skiftir út: Ken Fagerberg avloysir Teit Olsen og Sonny Jakobsen avloysir Hørður Inga Egilson.
60) 1-0
B36 skiftir út: Hannes Agnarsson avloysir Gilla Samuelsen
53) 1-0
07 Vestur hevur fyrstu løtuna eftir steðgin vísti fínan hugburð, og í fleiri førum hevur tað verið um reppið, at støðan varð vandamikil.
Um henda støðan og gongdin fer at halda sær leingi aftrat, so fer Sigtór Petersen ivaleyst at umhugsa at skifta Sonny Jakobsen og kanska eisini Ken Fagerberg inn. Men tað verður neyvan enn.
46) 1-0
Teir somu eru aftur á vøllinum, sum vóru við frá dystarbyrjan.
45) 1-0
HÁLVLEIKUR
Inntil B36 skoraði, gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá gestunum. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður í seinna hálvleiki, nú B36 átta minuttir undan steðginum fekk hol á.
40) 1-0
Merkisvert er tað, at fleiri av teimum, sum plaga at vera stuðulsspælarar, ikki eru á vøllinum ídag.
Hjá B36 eru Odmar Færø, Andrias H. Eriksen og Kaimar Saag ikki millum teir fyrstu ellivu.
Hjá 07 Vestur eru hvørki Ken Fagerberg ella Sonny Jakobsen millum teir fyrstu ellivu.
37) 1-0
1-0: Michal Przybylski
Meinhard E. Olsen leggur í høgru til Erlend Magnusson, sum leggur flatt innfyri, har Michal Przybylski er púra leysur, tá ið hann skorar og harvið leggur B36 á silvurkós.
35) 0-0
B36 hevur lotið undan. Nú var tað spennandi í 07 Vestur málteiginum eftir horna, men einki spurdist burturúr. Meinhard E. Olsen, sum er fremsti maður hjá B36, smekkaði til, og bólturin fór skeivu megin stólpan.
30) 0-0
Nú hevur heimaliðið betri tak á spælinum, og talan hevur verið um onkra góða støðu, uttan at talan hevur verið um heilt upplagdan málmøguleika.
25) 0-0
B36 vinnur horna, og støðan er spent í 07 Vestur brotsteiginum. Tað endar við nýggjum horna, og á strikuni tveitir Silas Eyðbjørnsson seg og bjargar.
20) 0-0
Benjamin Heinesen, sum er framrættaður hjá B36 í vinstru, fluktar bóltin á tvørtræið, men hann verður veitraður fyri at vera rangstaddur.
15) 0-0
Tað gongur javnt á, og framvegis eingir upplagdir málmøguleikar.
10) 0-0
Sera friðarlig fyrsta løta. Eingir málmøguleikar.
05) 0-0
Ógvuliga fáir áskoðarar, nú fyrsta bríksl er so tíðliga um kl. 17.15.
B36 - 07 Vestur kl. 17.15
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Rói Hentze Mørg - Ragnar Samuelsen, Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson - Gilli Samuelsen, Michal Przybylski, Benjamin Heinesen - Meinhard E. Olsen
Venjari: Jákup á Borg
07 Vestur: Silas Eyðbjørnsson - Jákup Sveinbjørn Olsen, Dann Fróðason, Martin Tausen, Asbjørn Heðinsson - Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye - Teitur Olsen, Sølvi Egilsson, Janus Svabo Samuelsen - Hørður Ingi Egilson
Venjari: Sigtór Petersen