B36 fer at stroyma kvinnudyst í kvøld

Fótbóltur: Grannauppgerðin í kvinnudeildini verður stroymd

B36 fer í kvøld at stroyma grannauppgerðina í kvinnudeildini millum B36 og HB. Hetta er enn ein roynd at varpa meiri ljós á kvinnufótbólt, eftir at føroyska A-landsliðið hjá kvinnum gekk undan í innleiðandi HM-undankappingini.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja dystin beinleiðis (Byrjar kl 19)

 

B36 hevur fyrr í ár roynt at stroymt venjingardystirnar hjá felagnum. Nú eru tað so kvinnurnar, sum ljós verður varpað á. Hetta tykist at verða eitt rák í føroyska fótbóltsheiminum í løtuni.

 

Dysturin millum B36 og HB verður í kvøld klokkan 19.