Fótbóltur
At HM-fótbóltur er á skránni sást millum annað á áskoðaratalinum í Gundadali sunnudagin. B36-skýlið var valla meira enn hálvfult, og fáu tandrini, sum stuðlaðu vitjandi liðnum rúgvaðu ikki stórvegis í stóra skýlinum vestarru megin vøllin í Gundadali.
Heppin og vøkur mál
Sum so mundu tey, sum høvdu valt Ongland og Ecuador framum, heldur ikki missa tað heilt stóra. Snøgt sagt, so var munurin millum liðini fyri tað nógva ov stórur, til at veruligur spenningur kom í.
B36 var frá byrjan betra liðið, men tað skuldi nakað av hepni til, áðrenn teir fingu lagt seg á odda. Tað sá ikki serliga vandamikið út, tá Sylla legði bóltin flatt fram móti málinum, men onkursvegna droppaði Andras Gango fullkomuliga, og so smoygdi bólturin sær spakuliga í málið.
Var fyrsta málið heppið, var talan hinvegin um sanna perlu, tá Bergur Midjord økti til 2-0. Skjótt B36 uppspæl endaði við, at Kenneth Jacobsen spældi djúpt til Berg, sum var ísakaldur, tá hann lyfti upp um málverjan.
Tað eydnaðist fuglfirðingum at skapa nakað av spenningi, tá Høgni Zachariassen stútaði væl tikið fríspark í kassan, men tað lá tó alla tíðina í luftini, at heimaliðið skuldi enda omaná.
Tað gjørdi eisini spælið hjá B36 nakað róligari, at Obi stutt undan steðginum økti til 3-1 eftir sera gott forarbeiði av Hanusi Thorleifsson.
Eftir steðgin tóktist B36 í mest møguligan mun at hugsa um at koyra sigurin heim. Komandi umfarið verður talan um týdningarmikla grannauppgerð móti HB, og eitt nú vóru Mikkjal Thomassen og Kenneth Jacobsen í vanda fyri leikbanni, um teir fingu gult kort.
Fuglfirðingar kundu kanska bitið nakað frá sær, um hepnið var við teimum, tá teir høvdu einar tveir-tríggjar møguleikar, men Jákup Mikkelsen stóð stinnur, tær fáu ferðirnar, vandi var á ferð.
Og móti dystarenda gjørdist sigurin ein staðfesting, tá Hanus Thorleifsson gjørdi sær dælt av sløsutum verjuspæli frá Fritleif í Lambanum.
Tunnir fuglfirðingar
Sum heild má sigast, at dysturin staðfesti tann munin, sum er millum ovaru og niðaru hálvu av stigatalvuni. Hjá fuglfirðingum kom tað annars illa við, at teir máttu vera fleiri av vanliga føstu spælarunum fyriuttan, tá hesir vóru antin leikbannaðir ella skaddir.
Júst hetta er kanska ein av fremstu orsøkunum til verandi støðu hjá ÍF, og um ikki annað, so munnu teir fegnast um, at eitt nú Bartal Eliasen er tøkur komandi umfarið. Tá hevur ÍF týdningarmiklan heimadyst móti VB/Sumba á skránni, og meira enn nakað man hetta vera møguleikin, har ÍF skal skræða seg úr botninum.









