Bolt.fo veit at siga, at B36 fær tilgongd av Símuni Sólheim úr EB/Streymi til komandi kappingarár. In.fo hevur fingið upplýst, at spælarin eisini hevur váttað tað fyri liðfelgunum úr EB/Streymi í dag.
Símun Sólheim, sum var við U17-landsliðnum, ið spældi seg til EM-endaspælið í Kroatia, valdi í 2020 at skifta úr HB til EB/Streym. 20 ára gamli miðvallarin hevur ment seg hesi bæði árini, og er í ár toppskjútti hjá sundalagsmonnum við fimm málum.
Bolt.fo veit eisini at siga, at Bárður Olsen, Arnbjørn T. Hansen og Hans Pauli Samuelsen takka fyri seg í fremstu røð í føroykum fótbólti eftir hetta kappingarárið. Tí skal EB/Streymur til umskifta liðið til komandi kappingarár.
EB/Streymur er í løtuni nummar seks í landskappingini við 25 stigum, og hevur betri málúrtøku enn 07 Vestur.