B36 fær eysturríkskan dómara í kvøld

Christian-Petru Ciochirca úr Eysturríki skal døma dystin í Europa Conference League undankappingini millum Haverfordwest og B36

Í kvøld klokkan 19.45 skal B36 á Cardiff leikvøllinum í Wales royna at verja 2-1 leiðsluna frá fyrra dystinum móti Haverfordwest í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini.

 

Tað verður 34 ára gamli eysturríkski dómarin, Christian-Petru Ciochirca sum skal døma dystin.

 

Christian-Petru Ciochirca hevur dømt altjóða dystir regluligt síðani 2021, so hetta er ikki royndasti dómarin B36 fær í Wales í kvøld, tá um altjóða dystir ræður.

 

Haverfordwest County AFC (WAL) - B36 Tórshavn (FRO)

Dómari: Christian-Petru Ciochirca (AUT)

Hjálpardómari 1: Maximilian Weiß (AUT)

Hjálpardómari 2: Michael Obritzberger (AUT)

Fjórði dómari: Alexander Harkam (AUT)

UEFA dómaraeygleiðari: Nerijus Dunauskas (LTU)

UEFA umboð: Renáta Tomášová (SVK)