Fyrsti dysturin í fjórða umfari í næstbestu deildini er av. B36 hevði tíðliga seinnapartinum í dýrdarveðri vitjan av B71. Heimaliðið vann 3-1. Støðan í hálvleikinum var 1-1. Úrslitið ber við sær, at B36 – í eina løtu í hvussu so er – bæði er topplið í bestu og næstbestu deildini.
B36 hevur 9 stig, meðan Víkingur og B68, sum eisini spæla í dag, hava 7 stig.
B71 spældi allan seinna hálvleik við tíggju monnum. Kortini eydnaðist tað sandoyingum at halda tørn, inntil tað restaðu trettan minuttir. Tá legði Jóhann Joensen B36 framum 2-1. Uppleggið átti Andrass Johansen, sum beinanvegin eftir steðgin avloysti Brian Jakobsen í B36 álopinum.
Innskifti Rani Berg í Soylu staðfesti 3-1 sigurin í tíðini, sum dómarin legði aftrat.
Síðstu løtuna spældi eisini B36 við 10 monnum, tí Mattias Weihe Joensen sá í tíðini, sum dómarin legði aftrat, gula kortið fyri aðruferð.
Jóhann Joensen átti uppleggið, tá ið Brian Jakobsen tíggju minuttir undan steðginum legði B36 framum 1-0.
Síðsta løtan undan steðginum var hendingarrík. Tí tá var fyrst Símin Hansen hjá B71 vístur av vøllinum. Dómarin legði fleiri minuttir aftrat, og í evstu løtu undan steðginum javnaði Tijani Mohammed til 1-1 eftir sending frá Markus Clementsen.
Og so var tað, at sandoyingar í seinna hálvleiki vóru 10 ímóti 11 og megnaðu at halda tørn um 1-1, til tað restaðu 13 minuttir.
Eftir ein sigur, tveir javnleikir og eitt tap hevur B71 5 stig. B71 skal í fimta umfari spæla á heimavølli ímóti Víkingi, meðan B36 fær vitjan av grannunum í FC Hoyvík.
B36 - B71 3-1 (1-1)
1-0: Brian Jakobsen
1-1: Tijani Mohammed
2-1: Andrass Johansen
3-1: Rani Berg í Soylu
NSÍ – KÍ: Alex Troleis kl. 17.00
07 Vestur – B68: Rani A. Skaalum kl. 15.00
FC Hoyvík – AB: Jón Ꝧór Baldvinsson kl. 16.00
HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00