B36 er størsti favoritturin í fjórða umfari

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr metingarnar hjá Jógvani Martini Olsen og Tróndi Arge um 4. umfar í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr partin av fótbóltspanelinum, har Jógvan Martin Olsen og Tróndur Arge mettu um 4. umfar í effodeildini, sum verður avgreitt í morgin og sunnudagin.

 

Báðir eru samdir um, at við leikbannum til Høgna Madsen og Vassili hjá FC Suðuroy, so er B36 í útidystinum í Vági uttan iva størsti favoritturin hetta vikuskiftið. Tó vóru Tróndur og Jógvan Martin minni samdir um hinar fýra dystirnar, sum verða í effodeildini hetta vikuskiftið.

 

(Savnsmynd frá 2010)