B36 er í øðrvísi útgávu

Síðani skrædlið á útivølli ímóti NSÍ hevur EB/Streymur bara skift ein spælara út

Jákup á Borg hevur broytt B36 liðið í fýra plássum, tá ið liðið, sum í kvøld skal spæla ímóti EB/Streymi, verður sammett við tað, sum mánadagin spældi 1-1 í Trongisvági.

Nýggir á liðnum eru gomlu kenningarnir Andrias H. Eriksen, Meinhard E. Olsen, Alex Mellemgaard og Magnus Holm Jacobsen.

Teir, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í Suðuroy, og sum ikki eru tað í kvøld, eru Eli Falkvard Nielsen, Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen og Gilli Samuelsen.

 

Hjá EB/Streymi er bara ein broyting gjørd síðani 5-0 tapið á útivølli ímóti NSÍ. Veteranurin Hans Pauli Samuelsen er millum teir fyrstu ellivu í staðin fyri leikbannaða Gest Bogason Dam.

 

Rúni Gaardbo er dómari, og Jørleif Djurhuus og Arni Rasmussen eru hjálpardómarar.

Fyrsta bríksl í Gundadali verður klokkan 18.

B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Hugin Samuelsen – Erlendur Magnusson, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag

Á beinkinum: Trygvi Askham, Eli Falkvard Nielsen, Hannes Agnarsson, Bjari Petersen, Gilli Samuelsen, Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen

EB/Streymur: Rói Zacharisen – Ragnar B. Danielsen, Petur Zachariasen, Andras Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Arnar Dam, Marni Djurhuus – Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen, Pætur J. Petersen – Aksel B. Danielsen

Á beinkinum: Jákup Højgaard, Rói H. Olsen, Fríði K. Johansen, Arnbjørn Hansen, Jónstein Magnussen, Ári Kruse, Høgni Hummeland