Mathias Thrane og Lukas Enevoldsen vera ikki í B36 hópinum, tá ið árstalsfelagið í morgin fær vitjan av 07 Vestur.
B36 heimasíðan skrivar í kvøld, at teir báðir eru saman við Sebastian Pingel – álopsspælaranum sum er langtíðarskaddur – settir í sóttarhald.
B36 heimasíðan sigur, at felagið hevur verið í sambandi við landslæknan, og at felagið hevur alt fyri eitt tikið neyðug atlit og gjørt neyðugar koronukanningar fyri at fáa staðfest, um smittan er avbyrgd.










