B36 er í nógv broyttari útgávu

Sonni Ragnar Nattestad er einasti málskjútti í fyrra hálvleiki, sum argjamenn hava staðið seg væl í

Tað er grannauppgerð í Gundadali, har B36 á Tórsvølli hevur vitjan av AB.

Petur Reinert bríkslaði fyri fyrstu ferð klokkan 14, og líkindini at spæla fótbólt eru hampulig, hóast eitt lot melur av ymsum ættum, og tað er kølið.

B36 hevur verið meiri á bóltinum enn gestirnir, og tað hava eftir hornaspørk verið vandamiklar støður í AB brotsteiginum. Men AB hevur higartil á ongan hátt verið niðurspælt soleiðis, sum AB var, tá ið argjamenn vóru gestir hjá HB, sum vann 11-0.

AB hevur í fyrra hálvleiki verið væl skipað í verjupartinum, og AB spælararnir hava bæði torað og megnað at bjóða seg til í samanspælinum og eisini frammarlaga á vøllinum varðveitt bóltin. Serliga síðstu løtuna fram ímóti steðginum hevur AB verið í góðum støðum og vunnið seg til málmøguleikar, sum akkurát ikki hava borið mál við sær.

Einasta málið í fyrra hálvleiki skoraði Sonni Ragnar Nattestad í 22. minutti við stútara eftir horna úr vinstru, sum Árni Frederiksberg tók sær av.

Sammett við B36 liðið, sum hóskvøldið skrivaði fótbóltssøgu, tá ið tað ímóti The New Saints og eftir longda leiktíð og brotssparkskapping megnaði at spæla seg víðari í fjórða umfar í Europe League, eru fleiri broytingar á liðnum.

B36 skal í europeiska eldin aftur longu hóskvøldið, tá ið tað verður á útivølli í Sofia í Bulgaria.

B36 venjarin Jákup á Borg hevur givið onkrum av lyklaspælarunum frí í dag fyri at spara teir, og aðrir eru á beinkinum.

Einki er at síggja til vongverjan í vinstru Alex Mellemgaard og toppskjúttan Sebastian Pingel, og liðformaðurin og stýrimaðurin í miðverjuni, Andrias H. Eriksen, og toppskjúttin Michal Przybylski eru á beinkinum.

Hjá AB er liðformaðurin Søren N. Samuelsen leikbannaður. Nýggjur í miðverjuni er Tróndur J. á Høvdanum.

 

B36 – AB (1-0)  kl. 14.00

Dómari: Petur Reinert

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Andrass Johansen

Á beinkinum: Símun Rógvi Hansen, Andrias H. Eriksen, Jóhann Hansson Joensen, Mattias W. Joensen, Brian Jakobsen, Michal Przybylski, Martin Agnarsson 

AB: Silas Eyðsteinsson – Dánjal Reginsson, Tróndur J. á Høvdanum, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson – Jesper Van Der Heiyden, Jákup Pauli Breckman – Gilli Róason, Rógvi Poulsen, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal

Á beinkinum: Bjarki Vitalis Mørk, Mikkjal T. Hentze, Ári Arge, Hans Jákup Annfinsson, Jónas Stenberg, Bartal S. Petersen, Leivur Fossdal Guttesen