Klokkan 17 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum B36 og B68 á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Magna Hoseth sum høvuðsvenjari hjá B36.
B36 er nummar fimm í deildini við 16 stigum, meðan B68 er næstaftast í deildini við seks stigum, so bæði liðini hava avrikað væl undir tí sum var væntað.
B36 er greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 eru 1,34.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,75.
Miðaloddsini upp á útisigur til B68 eru 7,27.
Tá liðini hittust á Svangaskarði á Toftum 10. mars vann B36 dystin 3-0 (1-0).
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##