Í gjárkvøldið var tað KÍ, og í kvøld var tað B36. Í gjárkvøldið tryggjaði KÍ sær rættin at halda fram í europeisku meistarakappingini, og í kvøld hevur B36 suðuri í Wales tryggjað sær rættin at halda fram í Conference League.
Í heimavølli vann B36 2-1 ímóti Haverfordwest County. Í kvøld endaði tað 1-1 á Cardiff City Stadium.
Tá ið vanliga leiktíðin var av, var heimaliðið frammanfyri 1-0 og so stóð samantalt á jøvnum 2-2. Ivaleyst vóru tað tey í B36 leguni, sum tá iðraðu seg um, at tað ikki á heimavølli eydnaðist at vinna størri sigur, tí tá var B36 leikliga greitt omaná, og tað vóru møguleikar til fleiri enn tvey mál.
Aftur í kvøld var B36 leikliga omaná, men í kvøld gekk tað meiri striltið at vinna upplagdar málmøguleikar.
Í longdu leiktíðini bríkslaði dómarin fyri brotssparki til B36 eftir horna og eftir at ein av heimamonnunum á strikuni brúkti armin at verja við. Heimamenninir vóru als ikki samdir við dómaran, men Jann S. Benjaminsen var púra kaldur, tá ið hann sendi bóltin til høgru fyri seg sjálvan og upp í nettakið.
Fram ímóti dystarloki spenti heimaliðið álopsbogan, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagdar málmøguleikar, og so fegnaðust B36 spælararnir og B36 legan um veruleikan, at árstalsfelagið eisini í næstu viku fer at spæla í Europa.
Haverfordwest County - B36 1-0 (0-0) 1-1 eftir longda leiktíð
Conference League
Hósdagin 2. august 2023 kl. 19.45 á Cardiff City Stadion í Cardiff í Wales
1-0: Ben Fawcett 66.
1-1: Jann J. Benjaminsen br 100.
B36 samantaldur vinnari við 3-2
Dómarabólkur úr Eysturríki: Christian-Petru Ciochirca, Maximilian Weiss, Michael Obritzberger og Alxander Harkam (4. dómari)
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad (Andreas H. Eriksen, 91.), Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen (Erlendur Magnusson, 105.) – Taufee Skandari (Emil Weihe Joensen, 116.), Michal Przybylski (Valerijs Sabala, 71.), Bjarki C. Nielsen (Aron Knudsen, 116.) – Hannes Agnarsson (Benjamin Heinesen, 110.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Hans Jørgensen, Mattias Hellisdal, Lukas Giessing, Mattias Weihe Joensen
Gult kort: Isak Jönsson
Venjari: Dan Brimsvík
Hjálparvenjari: Mikkel Richardt Mortensen