6. umfar í Effo-deildini er av. Støðutalvan vísir, at nú er B36 einsamalt á toppinum. Árstalsfelagið er á veg úr Fuglafirði við sera sannførandi 5-2 sigri á ÍF, sum síðstu løtuna var undirmannað, tí Bogi Reinert Petersen varð vístur av vølli.
HB var á sigurskós í Gundadali ímóti Víkingi. Dygst undan steðginum legði HB seg framum, og tá ið talvan lítla løtu eftir hvíldina vísti 2-0, so kendist tað sum avgreiðsluspurningur fyri meistararnar.
Tað hevur gingið illa hjá Víkingi, men at moralurin er í lagi sást síðsta stóra hálva tíman. Víkingarnir løgdu hendurnar á knæið og stríddust upp ímóti brekkuni. Finnur Justinussen, sum ikki hevur havt marginalirnar við sær higartil í ár, skoraði tvær ferðir. Harvið var tað 2-2, og síðstu løtuna var tað framúr spennandi, tá ið báðir partar stríddust fyri at vinna øll stigini.
Páskafrítíðin hevur verið góð hjá KÍ, sum hevur skavað seks stig saman á heimavølli. Eftir 4-1 sigurin á AB skírisdag eydnaðist tað at vinna 1-0 á Skála, sum fram ímóti dystarenda stríddist fyri at vinna í hvussu so er eitt stig. Eftir tveir javnleikir eydnaðist tað ikki hesa ferð.
Við Margáir endaði tað málleyst millum EB/Streym og NSÍ. Síðstu løtuna vóru tað gestirnir, sum stríddust fyri at skora sigursmálið. Tað eydnaðist ikki. Næst við var NSÍ við fleiri royndum á træverkið aftanfyri René Tórgarð.
Á Svangaskarði varð tað síðstu lítlu løtuna framúr spennandi, tá ið B68 vann 3-2 á AB og harvið tryggjaði sær fyrsta sigurin í ár.
Inntil tað restaðu tveir minuttir var B68 frammanfyri 2-0 og harvið tyktist gøtan vera breið til heimasigur. So minkaði Sorin Anghel um munin, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraðu bæði liðini. Andrias á Líknargøtu, sum er fluttur úr NSÍ og til B68 í ár, økti um B68 leiðsluna til 3-1, og beinanvegin, tá ið Sorin Anghel hevði minkað um munin til 3-2, bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
Úrslitið á Svangaskarði ber við sær, at B68 og AB liggja borð um borð. Málmunurin hjá B68 og AB er tann sami. At B68 kortini er undir niðurflytingarstrikuni saman við Skála kemst av, at AB hevur skorað eitt mál fleiri enn B68.
KÍ-Skála 1-0 (0-0)
1-0: Rodrigo Silva 49.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Heðin á Lakjuni (Heðin Klakstein, 72.), Henry Heinesen, Ndende Adama Guéye (Ivan Joensen, 85.), Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð, Rodrigo Silva (Ísak Simonsen, 87.)
Gult kort: Sørmundur Kalsø
Skála: Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Poul N. Poulsen – Andras Frederiksberg (Karstin Justesen, 82.), Ólavur Mikkelsen – Edvin Jacobsen, Holgar Durhuus, Jákup Johansen – Brian Jacobsen
Gult kort: Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus, Andras Frederiksberg
ÍF-EB/Streymur 2-5 (0-3)
0-1: Róaldur Jakobsen 7.
0-2: Róaldur Jakobsen 11.
0-3: Jákup á Borg 36.
0-4: Rasmus Dan Sørensen 53.
1-4: Bartal Eliasen 61.
2-4: Kristoffur Jakobsen 65.
2-5: Adeshina Lawal 90.+3
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum – Ari Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Dánjal á Lakjuni – Kristoffur Jakobsen, Clayton Soares
Gult kort: Karl Løkin
Reytt kort: Bogi Reinert Petersen 84. (beinleiðis reytt)
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Jákup á Berg, Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson (Benjamin Heinesen, 73.), Rasmus Dan Sørensen (Tóki á Lofti, 82.) – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal
Gult kort: Adeshina Lawal
B68-AB 3-2 (0-0)
1-0: Jóhan Dávur Højgaard 50.
2-0: Óli H. Olsen 78.
2-1: Sorin Anghel 88.
3-1: Andrias á Líknargøtu 90.+1.
3-2: Sorin Anghel 90.+4.
Dómari: Dagfinn Forná
B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Kristian Anton Andreassen – Hákun Edmundsson (Emil Ronaldsson, 79.), Janus W. Mortensen, Jann Ingi Petersen, Evrard Blé (Bergur Gregersen, 90.) - Óli H. Olsen, Andrias á Líknargøtu (Ari Johannesen, 90.)
Gult kort: Jóhan Dávur Højgaard, Jann Ingi Petersen
AB: Hans Jørgensen – Jobin Drangastein (Magnus Egilsson, 81.), Jógvan Isaksen, Leivur Holm Joensen, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Bárður Olsen, Hørður M. Mohr (Mikkjal T. Hentze, 76.) – Jónas Stenberg, Sorin Anghel, Karstin Højgaard (Cristian í Garði, 60.)
Gult kort: Leivur Holm Joensen
EB/Streymur-NSÍ 0-0
Dómari: Rúni Gaardbo
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen – Niels Pauli Danielsen, Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen (Gunnar Zachariasen, 84.), Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Jónas þór Næs, Hans Pauli Samuelsen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen - Árni Frederiksberg (Haraldur R. Højgaard, 79.), Jann Martin Mortensen, Andy Olsen (Meinhard E. Olsen, 66.) - Klæmint A. Olsen
Gult kort: Jens Joensen, Andy Ó. Olsen, Einar Tróndargjógv
HB-Víkingur 2-2 (1-0)
1-0: Kristin R. Mouritsen 45.
2-0: René S. Joensen 53.
2-1: Finnur Justinussen 71.
2-2: Finnur Justinussen 77.
Dómari: Páll Augustinussen
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen - Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen (Símun Samuelsen, 82.), Heini Vatnsdal – René S. Joensen (Levi Hanssen, 86.), Andrew av Fløtum (Poul Ingason, 89.), Kristin R. Mouritsen
Gult kort: Fróði Benjaminsen
Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen (Sámal Jákup Joensen, 69.), Atli Gregersen, Súni Olsen, Erling Jacobsen - Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar (Heðin Hansen, 80.), Hallur Hansson, Finnur Justinussen - Filip Djordjevic
Gult kort: Hallur Hansson, Sámal Jákup Joensen
Støðan
B36 14
HB 12
KÍ 12
NSÍ 10
EB/Streymur 9
ÍF 9
Víkingur 8
AB 4
B68 4
Skála 2
Næstu dystirnir
Fjórðingsfinalur í steypakappingini
27. apríl
Víkingur-KÍ
B68-ÍF
EB/Streymur-NSÍ
AB-HB
7. umfar
2. mai
B68-Skála
B36-EB/Streymur
3. mai
NSÍ-KÍ
4. mai
AB-HB
Víkingur-ÍF
----
LIÐUGT
90) 2-2
85) 2-2
Símun Samuelsen og Levi Hanssen eru komnir inn á HB liðið.
Finnur Justinussen hjá Víkingi er tætt við!
76) 2-2: Finnur Justinussen
So hava víkingarnir vunnið seg upp aftur á javnt. Enn eina ferð var tað Finnur Justinussen, sum skoraði, eftir at bólturin varð sendur innfyri.
Víkingur tykist ætla sær at vinna øll stigini, og í løtuni er HB ikki sørt skelkað.
70) 2-1
Víkingur pressar, og nú var tað um reppið, at Víkingur javnaði, men eftir innlegg var Hanus Jacobsen akkurát ov stuttur.
66) 2-1: Finnur Justinussen
So eydnaðist tað hjá Finni Justinussen, og nú er spenningur komin í aftur í Gundadali. Hesa ferð var Jóhan Troest Davidsen í HB verjuni óheppin, tá ið hann misti bóltin til ágangandi Finn Justinussen, sum setti bóltin í málið.
Víkingarnir tykjast trúgva upp á tað – bæði á og uttanfyrti vøllin.
55) 2-0: René S. Joensen
Mótbrekkan kennist vera tung hjá illa sperdu víkingunum.
Víkingur legði sera bragdliga fyri eftir steðgin, men tað er HB, sum hevur skorað. Eftir fríspæling frá Heina Vatnsdal var tað René S. Joensen, sum setti bóltin í netið úr spískum.
Víkingarnir hava fleiri ferðir verið tætt við, men teir hava ikki marginalirnar við sær, og HB er væl skipað í verjustøðu.
46) 1-0
ongar skiftingar í hálvleikinum.
HÁLVLEIKUR
1-0
45) Kristin R. Mouritsen 45.
Dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki, og við síðsta sparkinum undan steðginum legði Kristin R. Mouritsen HB framum. Eftir innlegg var hann púra leysur mitt fyri málinum. Lítla løtu frammanundan hevði Fróði Benjaminsen fína roynd, men Geza Turi bjargaði til horna.
40) 0-0
Tað er friðarligt í Gundadali. Víkingaverjan er væl skipað.
33) 0-0
Tómgongd í Gundadali!
25) 0-0
Víkingur hevur ment seg. Gestirnir hava bóltin væl meiri, enn teir høvdu fyrstu løtuna, og bæði Hallur Hansson og Finnur Justinussen hava havt góðar royndir.
15) 0-0
HB hevur bóltin størra partin av tíðini, og HB hevur havt fleiri hornaspørk. Bestu royndina hevur Víkingur havt, men Teitur M. Gestsson stórbjargaði, tá ið Finnur Justinussen royndi seg við langskoti.
5) 0-0
HB hevur havt fyrsta hornasparkið, men annars hevur tað gingið javnt á.
HB-Víkingur kl. 15.00
Dómari: Páll Augustinussen
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen - Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen
Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Súni Olsen, Erling Jacobsen - Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Filip Djordjevic – Finnur Justinussen
------
LIÐUGT
2-5
90) 2-5: Adeshina Lawal
Punktum er sett í Fuglafirði, har B36 við 5-2 sigri hevur tryggjað sær oddasessin. Síðsti málskjúttin var Adeshina Lawal. Tað er gott lag millum floksmenninar, sum í góðveðrinum hava leitað sær norður til Fuglafirðar.
90) 2-4
Í skjótum álopi var um reppið, at B36 økti um leiðsluna, men eftir skotroynd úr høgru brast bólturin í handara stólpan.
85) 2-4
ÍF hevur mist miðvallaran Boga Reinert Petersen, sum óregluliga steðgaði Adeshina Lawal, ið var um at koma í góða støðu stutt frammanfyri miðstrikuna.
Bartal Eliasen hevur verið í ÍF álopinum, men nú er hann fluttur aftur í miðverjuna aftur.
75) 2-4
ÍF spennir álopsbogan í botn, og tað eydnast fleiri ferðir at koma til deyðbóltsstøður, har fuglfirðingar eru sera vandamiklir.
65) 2-4: Kristoffur Jakobsen
ÍF pressar, og tað hevur enn eina ferð eydnast at minka um munin. Hesa ferð var tað Kristoffur Jakobsen, sum av brotsteigarmarkinum setti bóltin í málið, eftir at Karl Løkin hevði strítt seg framvið fleiri mótstøðumonnum og avleverað til Kristoffur.
62) 1-4: Bartal Eliasen
ÍF hevur minkað um munin. Eftir innlegg úr høgru frá Ara Ó. Ellingsgaard, snittaði Clayton Soares bóltin, og dygst innfyri málinum var Bartal Eliasen og setti bóltin í málið.
Lítla løtu eftir var Clayton Soares sera tætt við. Heimaáskoðararnir eru eitt vet mælskari, men á vøllinum er B36 framvegis omaná.
60) 0-4
Clayton Soares hevur havt góða roynd úr vinstru, men bólturi smeyg sær framvið handara stólpanum.
B36 svarar beinanvegin aftur, men síðsta sendingin – frá Rasmusi Dan Sørensen og til Jákup á Borg – er ikki nóg neyv.
57) 0-4: Rasmus Dan Sørensen
ÍF vísti fyrstu løtuna eftir steðgin góðan hugburð, men teir hefta ikki fyri B36, sum nú hevur økt til 4-0. Eftir langt innkast var ÍF málverjin óheppin, tá ið hann misti bóltin til Rasmus Dan Sørensen, sum takkaði fyri og setti bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
0-3
0-3: Jákup á Borg 36.
So kennist tað mest sum at vera avgjørt í Fuglafirði. Hesa ferð var tað Jákup á Borg, sum vit vinstra beini sendi bóltin upp um Hallgrím G. Hansen í ÍF málinum og í málið.
35)0-2
Fuglfirðingar vilja fegnir, men teir kennast ikki at vera so svangir, sum teir vóru t. d. hósdagin.
25) 0-2
ÍF roynir at flyta fólkið fram og at leggja trýst á í royndini at fóta sær eftir stóra skelkin og 2-0 B36 leiðsluna, men tað gongur illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
0-2: Róaldur Jakobsen 12.
Eftir stutt fríspark í vinstru sendi Róaldur Jakobsen bóltin í handara síðunetið.
0-1: Róaldur Jakobsen 7.
B36 hevur lagt seg framum í góðveðrinum í Fuglafirði. Eftir innkast , sum ÍF átti, gjørdi B36 skjótt av, og eftir eina sending sneiddi Róaldur seg leysan og skoraði.
ÍF-B36 klokkan 15.00
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum – Ari Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Dánjal á Lakjuni – Kristoffur Jakobsen, Clayton Soares
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Jákup á Berg, Róaldur Jakobsen, Hanus Thorleifsson, Rasmus Dan Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal
-----------
LIÐUGT
0-0
Máltalvan vísti tað sama, tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð, sum hon vísti, tá ið hann bríkslaði fyri fyrstu ferð við Margáir.
NSÍ trýsti nógv fram ímóti dystarenda, men gestirnir komu ikki nærri enn at raka træverkið aftanfyri René Tórgarð
0-0
65) 0-0
Tað er lívligari við Margáir. NSÍ hevur havt bóltin á stólpanum, og so hevur Arnbjørn Hansen misnýtt, eftir at hann hevði runnið seg leysan.
HÁLVLEIKUR
0-0
NSÍ hevur verið leikliga omaná, og í tveimum førum hevur verið tætt við. Einasta EB/Streyma royndin var tað, tá ið Arnbjørn Hansen við langskoti sendi bóltin í tvørtræið.
40) 0-0
Framvegis einki mál við Margáir.
30) 0-0
Tað hevur gingið javnt á. Heimaliðið hevur bóltin meiri enn mótstøðuliðið, men higartil hevur tað ikki eydnast at skora mál.
EB/Streymur-NSÍ kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Gert Hansen – Niels Pauli Danielsen, Høgni Madsen, Pól Jóhannus Justinussen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen - Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Andy Olsen - Klæmint A. Olsen
-------
LIÐUGT
90) 1-0
85) 1-0
Skála spennir álopsbogan, og nú er ofta talan um spentar støður í KÍ brotsteiginum!
1-0: Rodrigo
Hjalgrím Elttør streyk ígjøgnum í vinstru, og Rodrigo beindi bóltin í málið eftir innleggið.
HÁLVLEIKUR
0-0
Síðstu løtuna hevur KÍ verið greitt omaná, og Mark Ryutin í Skála málinum hevur havt framúr bjarging.
Eina løtu var Skála fleiri ferðir tætt við.
30) 0-0
Fáir og smáir málmøguleikar. Bestu royndina hevur Rodrigo hjá KÍ havt, men bólturin fór omanfyri málið.
15) 0-0
KÍ hevur bóltin størra partin av tíðini, men higartil hava klaksvíkingar ikki funnið málið.
KÍ-Skála klokkan 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Heðin á Lakjuni, Henry Heinesen, Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð, Rodrigo Silva
Skála: Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Andras Frederiksberg, Ólavur Mikkelsen – Edvin Jacobsen, Holgar Durhuus, Jákup Johansen – Brian Jacobsen
---------
LIÐUGT
3-2
Tað var heilt spennandi og ikki sørt tætt á Svangaskarði, har úrslitið varð 3-2! Til B68.
Sorin Anghel minkaði um munin til 2-1, áðrenn Andrias á Líknargøtu økti til 3-1. Í evstu løtu var Sorin Anghel aftur upp á spæl, og setti við høvdinum bóltin í málið, men tá var tíðin um at vera farin, og harvið vann B68 3-2.
75) 2-0: Óli Højgaard Olsen
So hevur B68 økt um leiðsluna ímóti AB. Tað var vandamikli álopsspælarin hjá toftamonnum Óli H. Olsen, sum setti bóltin í málið.
Nú er tað lívligt á Svangaskarði, og tað er stutt millum málmøguleikarnar – í báðum endum!
50) 1-0: Jóhan Dávur Højgaard
Eftir frísparksinnlegg hevur miðverjin Jóhan Dávur Højgaard lagt heimaliðið framum eftir frísparksinnlegg.
B68 hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin.
HÁLVLEIKUR
0-0
35) 0-0
Tað verður stórur dentur lagdur á verjupartin, og harvið eru málmøguleikarnir ikki so nógvir.
AB hevur verið tætt vit, men bólturin brast í stólpan aftanfyri Kristian Joensen.
20) 0-0
Einki mál er komið á Svangaskarði, har líkindini eru av teimum fagrastu. Talan hevur higartil ikki verið um stórar málmøguleikar.
B68-AB klokkan 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Kristian Anton Andreassen – Hákun Edmundsson, Janus W. Mortensen, Jann Ingi Petersen, Evrard Blé - Óli H. Olsen, Andrias á Líknargøtu
AB: Hans Jørgensen – Jobin Drangastein, Jógvan Isaksen, Leivur Holm, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Bárður Olsen, Hørður Mohr – Jónas Stenberg, Sorin Anghel, Karstin Højgaard