B36 er aftur á tindinum

Hóast NSÍ trýsti og pressaði, so eydnaðist tað ikki at boyggja árstalsfelagið, sum vann 1-0

B36 hevur í kvøld vunnið 1-0 á útivølli ímóti NSÍ. Hetta var síðsti dysturin í fyrsta triðinginum av ársins landskapping, og nú øll liðini hava spælt ímóti øllum, er B36 topplið.

 

Talan var um satt drama í góðveðrinum við Løkin í Runavík í kvøld. Adeshina Lawal skoraði sigursmálið stutt undan steðginum. Eftir steðgin var NSÍ greitt omaná. Bólturin rakti fleiri ferðir bæði stólpar og tvørtræ aftanfyri Tórð Thomsen í B36 málinum, sum stóð seg sera væl.

 

Klæmint A. Olsen, NSÍ liðformaðurin hevði ikki marginalirnar á sínari síðu, og tað var einki at siga til, at tey í heimaleguni vóru vónbrotin, og at tey í B36 leguni stórfegnaðust um sigurin, sum ber við sær, at B36 undan 10. umfari er topplið frammanfyri HB.

 

Víkingur vann í dag 3-2 á útivølli í sera intensum og undirhaldandi uppgerð ímóti EB/Streymi, sum síðstu løtuna stríddist fyri at vinna eitt stig. Serliga í 1. hálvleiki spældi Víkingur seg til góðar málmøguleikar, men marginalirnir vóru ikki við.

 

Sigurin ber við sær, at Víkingur lyftir seg av sjeynda og fram á triðja plássið.

 

Undan hesum umfarinum var KÍ á bronsuplássinum. Á útivølli ímóti B68, sum higartil hevur verið í botninum, megnaðu klaksvíkingar einki. Eftir fimm minuttir í 1. hálvleiki var 2-0, og eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki var 4-0!  Tað endaði 5-3, og harvið er B68 á áttanda plássi trý stig aftanfyri ÍF, sum er á sjeynda plássi.

 

Hjá ÍF var hetta umfarið stórt vónbrot. AB er á veg úr Fuglafirði við 4-1 sigri. Hetta er fyrsti AB sigurin, síðani tað í fyrsta umfari eydnaðist at vinna í Gøtu.

 

Stóri AB spælarin var Sorin Anghel, sum skoraði trý tey fyrstu AB málini. Argjamenn eru framvegis á niðurflytingarplássi, men nú eru teir frammanfyri Skála.

 

 

ÍF-AB 1-4

B68-KÍ 5-3

NSÍ-B36 0-1

EB/Streymur-Víkingur 2-3

HB-Skála 2-0

 

B36 23

HB 21

Víkingur 13

KÍ 13

EB/Streymur 12

NSÍ 11

ÍF 11

B68 8

AB 7

Skála 4

 

10. umfar

25. mai

AB-NSÍ

Víkingur-B36

Skála-EB/Streymur

KÍ-HB

26. mai

B68-ÍF

 

 ----

LIÐUGT!

0-1

Undirmannaðu NSÍ spælararnir dríva framvegis á. Úr sera spískum hevur liðformaðurin Klæmint A. Olsen smekkað bóltin umvegis tvørtræ og stólpa og í føvningin á Tórði Thomsen í B36 málinum.

 

0-1

Tað skúmar síðstu løtuna.

NSÍ miðverjin Monrad Holm Jakobsen er borin skaddur av vøllinum, og NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, er burturvístur av Peturi Reinert.

NSÍ er undirmannað, tí heimaliðið hevur brúkt allar tríggjar møguleikarnar at skifta fólk.

 

Monrad Holm Jakobsen liggur skaddur á vøllinum. 

4 minuttir eru lagdir aftrat vanligu leiktíðini.

 

90) 0-1

Benjamin Heinesen er komin á vøllin í staðin fyri Alex Mellemgaard hjá B36.

Bæði Adeshina Lawal og Lukasz Cieslewicz hava verið í góðum støðum at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.

 

89) 0-1

Eftir fína fríspæling frá Klæminti A. Olsen var Meinhard E. Olsen púra blankur. Hann hevði góða tíð og gjørdi tað mesta rætt, men bólturin fór ikki í málið, men heldur í innaru síðuna á stólpanum.

 

86) 0-1

B36 sparkar burtur, og tað er tætt millum NSÍ spælararnar í og kring B36 brotsteigin.

B36 hevur júst bjargað á strikuni!

 

83) 0-1

Innskiftu NSÍ spælararnir seta rættiliga dám á. Nú hevur Meinard E. Olsen lagt innfyri úr vinstru, men úr góðari støðu sendi Klæmint A. Olsen bóltin við síðuna av málinum.

 

80) 0-1

NSÍ hevur enn eina ferð verið tætt við, men eftir fríspark varð bólturin stútaður við síðuna av.

Meinhard E. Olsen hjá NSÍ er komin á vøllin í staðin fyri Jens Joensen, og Debes Danielsen er komin á vøllin í staðin fyri Árna Frederiksberg.

 

 

75) 0-1

Tað man vera lítið at ivast í, at í hvussu so er eitt mál kemur aftrat. Nú spælir B36 mest við longum sendingum.

Høgri vongverjin hjá B36, Høgni Eysturoy, tykist vera skaðaplágaður.

 

 

73) 0-1

B36 livir lívið vandamikið. Gestirnir hava tikið seg langt aftur á vøllin ella rættari sagt, so er tað NSÍ, sum hevur trýst mótstøðumenninar longri aftur.

Tað er vandamikið, men higartil hevur B36 megnað at hildið tørn!

 

70) 0-1

Klæmint A. Olsen hjá NSÍ hevur síðstu løtuna fleiri ferðir verið tætt við.

Eli F. Nielsen er komin á vøllin í staðin fyri Klæmint Matras hjá B36.

 

68) 0-1

Haraldur R. Højgaard er komin á vøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.

 

66) 0-1

Tað er sera undirhaldandi. NSÍ er omaná, men í skjótum mótálopum er B36 ógvuliga vandamikið.

 

63) 0-1

NSÍ er rættiliga kvaklað við. Síðstu løtuna er tað fleiri ferðir eydnast at mynda álop í vinstru, men enn hevur tað ikki verið nóg vandamikið, tá ið bóltarnir eru komnir innfyri.

 

Nú er NSÍ omaná.

 

60) 0-1

Nú hevur NSÍ havt størsta møguleikan higartil. Klæmint A. Olsen var leysur í høgru, men tá ið hann royndi ímóti málinum, smeyg bólturin sær framvið málinum.

 

55) 0-1

Tað kennist sum um, at teir hvítu eru eitt vet dyggari í nærdystunum, og í løtuni er tað sera torført hjá NSÍ at spæla seg fram á mótstøðuhálvuna.

 

52) 0-1

NSÍ hevur havt tvey góð innlegg. At tað ikki er vorðið vandamikið kemst av, at teir gulu og svørtu eru ikki nóg grammir at bjóða seg til í brotsteiginum.

 

48) 0-1

Teir somu 22 eru á vøllinum, sum fóru av vøllinum undan steðginum. Einasta útskiftingin higartil er, at Jákup á Borg hjá B36 eftir lítið korter fór av vøllinum, og Høgni Midjord kom inn í høgru.

Líkindini eru framvegis av teimum fagrastu, og tað er nógv fólk kring vøllin við Løkin.

 

 

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 Spælararnir eru á veg av vøllinum. B36 er frammanfyri 1-0 við málinum, sum Adeshina Lawal skoraði stutt undan steðginum. Gestirnir hava verið betri í framrættaða partinum, har tað serliga eru Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal, sum hava verið sera væl upplagdir.

 

Ætlanin hjá NSÍ var undan dystarbyrjan, at vongverjarnir skuldu vera við í álopunum, men tað hevur ikki eydnast so væl, og tá ið heimaliðið er komið í góðar støður í og kring brotsteigin, so hava heimamenninir ikki verið nóg avgjørdir.

 

44) 0-1

B36 er leikliga omaná, og tað er væl størri tyngd í álopspartinum hjá gestunum. Eftir vandamikið innlegg úr høgru frá Høgna Midjord, stýrdi Andras Gango bóltin til horna, sum einki spurdist burturúr.

 

42) 0-1: Adeshina Lawal 41.

B36 hevur revsað lítið mistak í NSÍ uppspælinum. Adeshina Lawal streyk avstað, og sneiddi framvið tveimum mótstøðumonnum. Hóast hann var kroystur, so megnaði hann at senda bóltin millum beinini á mótsstøðumanni og í málið!

 

37) 0-0

Tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin, men tað er langt millum málmøguleikarnar.

 

33) 0-0

B36 drívur á. Eftir innlegg úr høgru frá Høgna Midjord smekkaði Róaldur Jakobsen til, men bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið.

 

30) 0-0

NSÍ hevur bjargað á strikuni. Eftir innlegg úr høgru royndi Adeshina Lawal seg við at lyfta bóltin upp um málverjan, men Jens Joensen bjargaði á málstrikuni aftanfyri Andras Gango.

Síðstu løtuna hevur tað verið meiri tyngd og broddur í hjá B36.

 

25) 0-0

Jann Martin Mortensen royndi seg, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan. Innleggið átti Andy Olsen av baklinjuni í høgru og útfrá.

 

23) 0-0

B36 er ágangandi. Eftir fríspark og eftir at Andras Gango hálvbjargaði endaði tað við hornasparki, sum einki spurdist burturúr.

 

20) 0-0

NSÍ hevur havt bóltin í B36 málinum. Árni Frederiksberg legði innfyri, og Jónhard Frederiksberg stýrdi við høvdinum bóltin í málið. Málið varð kolldømt, tí hjálpardómarin segði, at Jónhard var rangstaddur.

 

15) 0-0

B36 liðformaðurin Jákup á Borg er farin av vøllinum. Hann var undan dystarbyrjan plágaður av vøddaskaða, og nú er hann farin av vøllinum. Í hansara stað er komin Høgni Midjord.

 

Tað er framvegis málleyst, og higartil hevur talan ikki verið um serligar málmøguleikar.

 

10) 0-0

Hørður Askham hevur havt eina roynd, og Jákup á Borg hevur roynt seg við langskoti ímóti NSÍ málinum, men tað er framvegis málleyst.

 

 

5) 0-0

NSÍ hevur havt fyrsta hornasparkið, men einki spurdist burturúr. Líkindini at spæla fótbólt við Løkin í Runavík eru av teimum bestu.

 

 

NSÍ-B36 kl. 17.15

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Klæmint Matras, Róaldur Jakobsen – Jákup á Borg, Lukassz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal