B36 eksploderaði á heimavølli

Við 5-0 sigri ímóti EB/Streymi staðfestu Dan Brimsvík og hansara menn, at teir av álvara hava fingið um endan

Andrass Johansen legði upp til tvey mál í 5-0 B36 sigrinum ímóti EB/Streymi

Fyrsta partin av kappingini hevur tað ikki verið sannførandi hjá B36. Men síðstu stóru vikuna hava tað verið ábendingar um, at teir í B36 vóru um at finna stevið, tá ið teir fyrst vunnu landskappingardyst og síðani steypadyst á útivølli ímóti NSÍ.

 

Í dag skuldi B36 á heimavølli vísa, at sigrarnir ikki bara vórðu vunnir, tí NSÍ ikki hevur verið so væl fyri. Og ta royndina stóð B36 bæði væl og virðiliga, tá ið EB/Streymur í góðveðrinum seinnapartin var gestur í Gundadali, har EB/Streymur fyri stuttum megnaði 2-2 ímóti HB.

 

B36 vann 5-0 ímóti EB/Streymi eftir 3-0 í hálvleikinum.

 

Stóripinnur var bara farin tvær ferðir runt, tá ið Michal Przybylski setti hol á, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Bjarki C. Nielsen, sum eftir upplegg frá Andrass Johansen økti um munin til 2-0.

 

Í fjør var Símun Sólheim lyklaspælari í EB/Streymi. Í dag var Símun millum teir fyrstu ellivu hjá B36, og tað takkaði hann fyri við at økja um leiðsluna til 3-0. Aftur í hesum førinum var tað Andrass Johansen, sum átti uppleggið.

 

18 minuttir undan leikloki varð Uros Stojanov skiftur inn. Hann avloysti Brian Jakobsen, sum síðstu vikuna hevur skorað trý mál ímóti NSÍ. Uros Stojanov vísti níggju minuttir undan leikloki, at hann hevur ikki heilt gloymt vegin til meskarnar, tá ið hann økti um munin til 4-0.

 

Og fimti B36 málskjúttin var Benjamin Heinesen, sum fýra minuttir undan leikloki staðfesti rimmar sigurin eftir upplegg frá Martin Agnarsson, sum 19 minuttir undan leikloki varð skiftur inn.

 

B36 vann í fjør tvær ferðir 5-0. Báðu ferðirnar var tað ímóti ÍF.

 

Andrass Johansen legði upp til tvey mál í 5-0 B36 sigrinum ímóti EB/Streymi