B36 eigur pengarnar

Stóra tilgongdin hevur fingið fleiri at yppa øksl, orsakað av, at høvuðsstaðarfelagið fyri einum ári síðan var í svárum fíggjarligum trupulleikum.

Men Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn P/F, sigur við Sosialin í dag, at viðhaldsfólkini ikki skulu stúra.

- Tað er serliga takkað verið spælarunum, sum í fjør valdu at spæla við hjartanum enn fyri pengunum. Tað er felagið serstakliga takksamt fyri. Vit spardu eina rúgvu av pengum, og lønarlagið er nú munandi lægri enn fyri fýra árum síðan. Leiðslan setti í verk ymiskar skipanir fyri at fáa pengar til vega, og tað hevur eydnaðst so mikið væl, at felagið kann fáa leikarar aðrastaðni frá, sigur Kristjan á Neystabø.

B36 fær ikki pengar frá altjóða fótbólti í ár. Er talan um fleiri privatar stuðlar ella lýsarar? Ella velja tit at satsa í ár?

- Vit satsa ongantíð. Leiðslan er fullgreið yvir, hvar pengarnir fara. Vit hava fingið pengar frá stuðlum og lýsarum, men brúka ikki meira enn vit eiga. Tað skulu viðhaldsfólkini ikki stúra fyri, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn P/F.