Upprunaliga skuldi dysturin millum oddaliðið B36 og EB/Streym verða fríggjakvøldið, men dysturin er fluttur til sunnudagin klokkan 17.15.
Av tí at dystur er sunnudagin klokkan 15 á Argjum millum AB og HB, so verður dysturin í Gundadali ikki fyrr enn klokkan 17.15 sunnudagin.
Sostatt ber til at síggja fýra dystir um vikuskiftið í Effo-deildini. Fríggjadagin verður botnbrak á Toftum millum B68 og Skála. Leygardagin er dystur við Løkin í Runavík millum NSÍ og KÍ.
Sunnudagin verða tríggir dystir. Klokkan 15 spæla Víkingur – ÍF og AB – HB, meðan dysturin millum B36 – EB/Streym verður klokkan 17.15.
Rás2 sigur frá á Toftum fríggjakvøldið og við Løkin leygardagin, umframt ein dyst sunnudagin.