Í dag verður stórur føroyameistaradagur í B36. Liðið fær steyp og gullmerki handað, og í kvøld skal føroyameistaraheitið hátíðarhaldast í B36-húsinum.
Lagið er gott á teimum í B36 í hesum døgum. Seinastu vikuna hava spælarar, áskoðarar og øll hinir vitað, at liðið er føroyameistari í mansfótbólti, og í dag skal FM markerast í Gundadali.
Seinasti dysturin verður spældur ímóti HB í dag, og eftir dystin fær B36-liðið steyp og gullmerki handað.
Í kvøld bjóðar B36 so øllum í gulldans í B36-húsinum, har bólkarnir Chill og Rox fara at spæla. B36 húsið letur dyrnar upp kl. 22.00, og so verður hildið á út á náttina.










