B36 basti KÍ

Tað endaði við málleysum javnleikum á Eiði og í Gøtu, og nú eru øll liðini farin av vøllinum uttan at hava vunnið úrtøku

Toppdysturin í hesum umfarinum var í Gundadali, har B36 hevði vitjan av KÍ, sum undan hesum umfarinum var ósigrað.

B36 vann 3-2, og harvið hava øll liðini roynt at fara av vøllinum uttan úrtøku. KÍ legði seg framum, men eftir heilt lítlari løtu vendi B36 øllum á høvdið við at leggja seg framum 2-1. B36 økti til 3-1, áðrenn KÍ tíggju minuttir undan leikloki minkaði um munin.

Síðstu løtuna vísti KÍ sera góðan hugburð, men pressið bar ikki mál við sær, og so vann B36 3-2.

 

Í Sarpugerði eydnaðist tað Suðringum at verja málleysa javnleikin. Tað sást týðuliga, at tað vóru gestirnir, sum høvdu vunnið eitt stig, meðan teir í Víkingi hingu við høvdinum eftir at hava tapt tvey stig.

 

Í Hólmanum á Eiði endaði tað eisini málleyst í grannauppgerðini millum EB/Streym og Skála.

 

EB/Streymur - Skála 0-0

Víkingur - Suðringar 0-0

B36 - KÍ 3-2 (2-1)

0-1: Boris Dosljak

1-1: Benjamin Heinesen

2-1: Meinhard E. Olsen

3-1: Kaimar Saag

3-2: Dennis Møller-Iversen

 

HB - 07 Vestur kl. 18.00

AB - NSÍ kl. 18.00

 

861115619
B36851215916
HB751110616
Víkingur842212814
NSÍ741213713
EB/Streymur82429810
Skála8224578
AB71245105
Suðroyingar81162124
07 Vestur70166191

 

 Níggjunda umfar

Sunnudagin sætta mai

KÍ - Víkingur

NSÍ - B36

Skála - 07 Vestur

HB - AB

Suðringar - EB/Streymur