Árliga Klaksvíkskappingin er um vikuskiftið á skránni. Í kappingini luttaka í ár fýra tey bestu liðini frá árinum í fjør, sum eru Víkingur, KÍ, NSÍ og B36.
Í dag hava báðar hálvlfinalurnar í kappingini verið spældar, har tað er greitt at vertirnir úr KÍ skulu spæla finalu ímóti B36.
B36 spældi fyrru hálvfinaluna í dag, har teir møttu verandi meistarunum úr Víkingi. Og heldur óvæntað endaði dysturin við einum 4-0 stórsigri til B36, sum veruliga vant burturúr Víkingi. Stóri spælarin á liðnum hjá B36 var Róaldur Jakobsen, sum ikki skjeyt færri enn trý mál, meðan ein av nýggju monnunum á liðnum, Patrik Johannesen, skjeyt hitt málið.
Í hinari hálvfinaluni spældu KÍ og NSÍ í einum dysti, sum KÍ vann 1-0. Einsamalla málið í tí dystinum skjeyt verjuleikarin hjá KÍ, Sørmundur Kalsø, í fyrra hálvleiki av dystinum.
B36 og KÍ spæla tí finalu í Klaksvíkskappingini í morgin klokkan 15:30, meðan NSÍ og Víkingur spæla dyst um triðja plássið, sum byrjar klokkan 13:00.
Úrslitini í dag:
B36-Víkingur 4-0
KÍ-NSÍ 1-0
Byrjunaruppstillingarnar til dystirnar í dag:
B36-Víkingur
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Fróði Rasmussen - Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen, Philip Lund – Gestur B. Dam, Patrik Johannesen, Benjamin Heinesen
Víkingur: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Óla Kristian Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar – Filip Djordjevic, Adeshina Lawal, Hans Pauli Samuelsen
KÍ-NSÍ
KÍ: Meinhardt Joensen - Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Hørður Askham, Ísak Simonsen - Jákup B. Andreasen, Atli Danielsen, Semir Hadzibulic, Heðin Klakstein - Albert Adu, Páll A. Klettskarð
NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias Olesen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv - Bárður J. Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Árni Frederiksberg - Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen










