TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2, aftaná, at B36 hevði vunnið 4-0 á EB/Streymi í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Aftaná dystin á ovara vølli í Gundadali prátaði Hilmar Jan við Oddmar Færø hjá B36, og Niels Paula Danielsen, liðskipara hjá EB/Streymi. Teir vóru rættiliga samdir um, at góða byrjanin, har B36 longu í fyrra hálvleiki var á odda 3-0 setti tað mesta uppá pláss.
Oddmar Færø fegnast eisini um málið hjá sær, sum var ein væl innstuderað detalja, og Niels Pauli Danielsen lovar, at EB/Streymur kemur sterkt aftur til dystin í Vági ímóti FC Suðuroy komandi vikuskiftið.