TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við leikandi hjálparvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fyrr í kvøld, aftaná 1-1 javnleikin hjá Jákupi á Borg og liðfeløgunum ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.
Kenslan hjá B36-arnum er sum ímóti TB farna vikuskiftið, at talan er um tvey mist stig. Jákup á Borg heldur, at B36 var omaná í dystinum í dag, og hevði nóg mikið av málmøguleikum til avgera dystin til sín fyrimun.
Nú gleða teir í B36 seg til dystin á heimavølli ímóti NSÍ komandi hóskvøld, har teir gleða seg at spæla ein dyst, har tvey framrættaði lið fara á vøllin.