B36'arnir eru moyrir

Bæði liðini eru fullmannað, tá ið eitt moyrt B36-lið tekur ímóti VB í Gundadali sunnudagin.

Dysturin hjá B36 í UEFA-Cup kappingini móti FC Midtjylland hóskvøldið situr ivaleyst framvegis í beinunum á havnarmonnunum, sum tó verða mettir sum favorittar at vinna á vágbingum.

Trý stig eru eitt krav
Hjá B36 er tað altavgerandi, at teir vinna á VB, tí kappingin í oddinum er so mikið hørð millum júst B36, Skála og HB. B36 er í løtuni triðfremst, og tí hava teir als ikki ráð at snáva, um teir ikki skulu missa sambandið við hini oddaliðini.
B36-hópurin er fullmannaður til dystin sunnudagin. Eingin spælari er skaddur, um sæð verður burtur frá verjuleikaranum Herbert í Lon Jacobsen, sum hevur verið uttan fyri í drúgva tíð, og liðið hevur heldur einki leikbann.
Seinasta vikuskifti tapti B36 0-1 móti NSÍ í Runavík, og havnarmenninir ætla ikki at snáva annað vikuskifti á rað.
Vágbingar fingu síðsta vikuskifti av at vita á heimavølli á Eiðinum, tá ið oddaliðið Skála vann heili 5-1.
Poul N. Poulsen hjá VB sigur, at Skála fullkomiliga lat teir úr, og tað skal ikki henda aftur sunnudagin. Vágbingar hava alt sítt fólk tøkt, og teir fara at leggja nógv fyri í strembanini eftir at fáa minst eitt stig í Gundadali, hóast tað verður ógvuliga trupult, sigur Poul.