Tað verður B36-arin Meinhard E. Olsen, sum tekur plássið hjá Jóani Símun Edmundsson, sum hevur givið avboð til Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Malta.
Ungi B36-arin hevur havt eitt framúr gott kappingarár fyri B36 og fær nú á ein hátt løn fyri strevið, nú Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir honum.
- Tað er sjálvandi keðiligt at Jóan Símun er skaddur, tí hann er uttan iva okkara besti áleypari. Men eg fegnist um at fáa hendan møguleikan, og nú ræður um at taka av, sigur Meinhard Egilsson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Tíðliga týsmorgunin setir føroyska A-landsliðið við monnum kós ímóti Baku í Aserbadjan. Á vegnum verður millumlent í Kastrup, har føroysku útisetarnir á landsliðnum koma umborð, og síðani verður flogið beinleiðis til aserbadjanska høvuðsstaðin. Ein flogferð, ið tilsamans tekur eini átta-níggju tímar.
Upprunaliga skuldi Jóan Símun Edmundsson verða við á ferðini, men toftamaðurin í týskum fótbólti hevur givið avboð til komandi dystir. Jóan Símun fekk ein snudd í knæið sunnudagin, tá lið hansara, Arminia Bielefeld spældi javnleik á útivølli móti Ingolstadt.
Í staðin hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttikið Meinhard Egilsson Olsen úr B36. Meinhard hevur spælt 11 dystir á føroyska U21-landsliðnum, og skorað 4 mál.
Meinhard Egilsson Olsen hevur annars boðað frá, at hann neyvan spælir við B36 komandi kappingarár, tí hugurin liggur enn til at royna seg í útlandinum. Hann hevur eisini verið uttanlands til onkran royndarvenjing, millum annað hjá Kristiansund BK í Noregi.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, FH (ICE)
Leygardagin 17. november klokkan 17:00 (føroyska tíð) spæla Aserbadjan og Føroyar á Baki Olimpiya Stadion í aserbadjanska høvuðsstaðnum, Baku. Og trígjar dagar seinni, týsdagin 20. november er seinasti dysturin í UEFA Nations League bólkaspælinum á skránni, tá Malta tekur ímóti á National Stadion í Ta’Qali á Malta.









