Um tað er onkur, sum hevði roknað við breiðum og sløttum vegi hjá KÍ í hálvfinaluna í steypakappingini, so vísti tað seg at vera skeiv rokning.
KÍ hevur vunnið sær pláss í hálvfinaluni, men tað leyp einki av ímóti B36, sum var minni enn tveir minuttir frá at vinna seg í hálvfinaluna.
Eftir góða kombinatión í frísparksstøðu var tað Pætur J. Petersen, sum eitt lítið korter eftir steðgin legði B36 á odda, og tað var einki forgjørt í hesum, tí fyrsta tóman var B36 omaná. Jákup Martin Joensen og gestirnir úr høvuðsstaðnum høvdu gjørt skúlating. Teir vístu á ongan hátt, at teir vóru imponeraðir av heimaliðnum. Ikki serliga royndu B36 spælararnir vóru ágangandi og stressaðu heimamenninar, sum plaga at fáa frið á egnari hálvu, tá ið teir eru á heimavølli.
Sum seinni hálvleikur leið var leikmyndin, at KÍ var í álopi, og at B36 var í verjustøðu. Hugflogið hjá heimaliðnum var ikki nakað at rópa hurrá fyri, og Bogi Reinert-Petersen og Mattias Weihe Joensen í B36 miðverjuni høvdu saman við málverjanum Silas Eyðsteinsson gott tak á tí.
Dómarin legði fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og so var tað, at innskifti Dávid B. Andreasen av brotsteigarsamankomingini í vinstru sendi bóltin dygst inn við nærru stólparótini.
1-1 og tá ið einki mál varð skorað í longdu leiktíðini var neyðugt við brotssparkskapping, sum KÍ vann
KÍ – B36 1-1 (0-0) 5-4 eftir brotssparkskapping
0-1: Pætur J. Petersen
1-1: Dávid B. Andreasen
Brotssparkskapping
0-1: Bogi Reinert-Petersen
0-1: Páll A. Klettskarð málverjin bjargar
0-1: Símun Sólheim í stólpan
1-1: Patrik Johannesen
1-2: Brian Jakobsen
2-2: Jákup B. Andreasen
2-2: Mattias Hellisdal málverjin bjargar
3-2: Odmar Færø
3-3: Benjamin Heinesen
4-3: Jóannes K. Danielsen