Jógvan Arge
valevni tjóðveldisfloksins til býráðsvalið í Havn
Soleiðis var støðan undan seinasta býráðsvali, og soleiðis er støðan framvegis, tó at nøkur tøk eru tikin.
Í flestu førum arbeiða bæði foreldrini úti, tí tað er neyðugt fyri at fáa endarnar at røkka saman, og tí tey vilja brúka síni evnir á arbeiðsmarknaðinum. At bjóða mammum arbeiði heima sum ansarar hjá sínum egnu børnum og øðrum er í mongum førum ein undirmeting av teirra ambitiónum.
Í dag er tað ikki fremsta ynskið hjá ungum kvinnum við góðari útbúgving at ganga heima. Tær vilja út at arbeiða. Kommununi áliggur tí at skapa fortreytir fyri, at tann góða arbeiðsmegi, sum ikki sleppur til arbeiðis orsakað av vantandi ansingarplássum, verður aktiverað.
Sum skjótast má gerast ein heildarætlan fyri, hvat slag av stovnum hóskar best til tørvin, hvussu nógv ansingarpláss skulu vera á stovnunum, nær teir skulu standa lidnir, hvussu nógv teir skulu kosta, og hvussu nógv ansingarpláss kommunan er før fyri at útvega.
Verður tað ov mikið hjá kommununi einsamallari fíggjarliga og í aðrar mátar at útvega og byggja ansingarstovnar til komin og komandi børn á bíðilista, mugu aðrir møguleikar takast við í myndina.
Ongin ivi er um, at stórar fyritøkur og stovnar í høvuðsstaðnum fyri sína egnu skyld vilja gera sítt til at loysa ansingartrupulleikan. Hesin møguleikin og aðrir við skula takast við í eina heildarætlan.
Tann ófrávíkiliga fyritreyt má altíð vera, at pedagogiski førleikin verður virdur.
Allir partar verða vinnarar, um ansingartrupulleiarnir verða loystir. Ungar barnafamiljur fara at trívast betur og verða betur fyri fíggjarliga. Arbeiðsplássini fáa fleiri dugnalig starvsfólk á lønarlistan. Kommunan fær meira inn í skatti. Og børnini sleppa at menna seg saman við øðrum børnum.
Sostatt eiga øll at taka lógvatak saman um at loysa ansingartrupulleikarnar hjá børnunum í kommununi.
Rom varð ikki bygdur eftir einum degi og tað verða barnagarðar og vøggustovur í Havn heldur ikki. Men tú kanst taka stór stig framá, um tú leggur teg eftir at skunda mest møguligt undir raðfesting og peningajáttan til endamálið.
X við E