Tað er ein hálvur tími til dysturin byrjar og gøturnar kring Anfield er fullar av fólki. Á hvørjum horni standa sølufólk og selja klædnapløgg av ymiskum slag.
- - King Kenny er aftur, keyp eitt hálsturriklæð við legenduni, ýlir ein hásur eldri maður. Við síðuna av honum stendur ein annar maður og selur dystarbløð. Síðumaðurin ger skjótt av og keypur sær eitt blað. Á forsíðuni er sjálvandi nýggi Liverpool venjarin, Kenny Dalglish.
Hóast Liverpool hevur tað vánaligasta kappingarárið í nýggjari tíð, so eru Liverpool viðhaldsfólk við gott mót undan dystinum. Tá klokkan er 14:00 fer seinasti maður av vøllinum og spenningurin merkist kring Anfield. Enn hevur Kenny Dalglish ikki víst seg á fyri heima áskoðarunum. Hvør sangur, sum vísur til Kenny Dalglish, verður sungin. Tað er næstan sum at vera til eina tónleika konsert har øll bara bíða eftir, at Michael Jackson skal koma brestandi fram. Men ongin kongur kemur upp gjøgnum trappurnar á Anfield, men heldur koma dómarar, hjálparfólk og leikarar á vøllin. Seinastur upp gjøgnum trappurnar er Kenny Dalglish sjálvur og hann fær eina hetju móttøku.
Liverpool leggur betur fyri
Fyrsti hálvi tímin av dystinum staðfestur, at talan ikki er um tvey topplið í Onglandi. Hvørki av liðnum trívist væl við bóltinum og upp til fleiri ferðir gera leikarar feilsendingar í vandamiklum støðum. Hýrurin millum viðhaldsfólkini gerst minni og minni góður, sum tíðin gongur, men í løtum vísur Fernando Torres frálíkt spæl. Eitt korter fyri hálvleik kemur lív í. Eftir tvær royndir á mál endar bólturin fyri føturnar á Liverpool miðvallarinum, Raul Meireles, sum smekkar til og leggur Liverpool á odda við sínum fyrsta máli fyri felagið.
Seinastu 15 minuttirnar fram til hálvleiks hevur Liverpool nógv betri tamarhald á dystinum og teir eru nær við at økja. Í hálvleikinum situr síðumaðurin og lesur í dystarblaðnum. Lagið er gott millum Liverpool viðhaldsfólkini, Kenny Dalglish er jú aftur. Síðumaðurin hyggur upp og byrjar at tosa um møguligar leikarar, ið hann kundi hugsa sær, at Liverpool keyptu. Meðan hann droymur um eina bjarta framtíð koma leikararnir inn á vøllin aftur. Greitt er, at danin í Liverpool verjuni, Daniel Agger, er farin út og inn er komin Sotirios Kyrgiakos. Stutta viðmerkingin frá síðumanninum er, at Agger hevur verið góður og tað er spell at hann er farin út, men Soto, sum innkomni grikkin eisini verður róptur, er sterkur í deyðbóltsstøðu.
Everton svarar aftur upp á deyðbóltsstøðu
Meðan síðumaðurin aftur hyggur í dystarblaðið og droymur víðari fær Everton horna. Bólturin verður sendur innfyri og við eitt hevur Everton útjavnað leiðsluna, ið Liverpool brúkti allan fyrra hálvleik upp á at uppbyggja.
Líka so fegin sum Liverpool viðhaldsfólkini tóktust í hálvleikinum, líka so máttleys tykjast tey nú. Tað ganga bara nakrir fáir minuttir, so er aftur gali hjá Liverpool og allir bjartir dreymar eru burtur. Everton kemur á odda 2-1 og veruleikin smakkar illa fyri síðumannin, sum nú situr púra kvirrur og hyggur beint niður.
Liverpool líkist hesa løtuna meiri einum niðurflytara enn einum toppliðið. Gamaní kemur Liverpool upp á javnleik 2-2 við brotssparki, sum eisini er endaliga úrslitið av dystinum, men Liverpool er bara fýra stig frá niðurflyting og 11 stig frá at røkka Champions League fótbólti.
Tóm kensla
Í 80’inum vóru Liverpool liðini millum tey bestu í Onglandi og so seint sum fyri tveimum árum síðani vóru bæði at finna millum tey ovastu í Premier League, men dysturin sunnudagin gevur greið tekin um, at bæði Liverpool og Everton eru nógv afturfarin í mun til hini oddaliðin. Fyri tveimum árum síðani vóru Javier Mascherano, Xabi Alonso og Steven Gerrard(leikbann) á miðvøllinum. Í gjár vóru tað Jay Spearing, Lucas Leiva og Raul Meireles, ið mannaðu miðjuna. Everton var uttan lyklaleikarin Steven Pienaar, sum bar seg undan at spæla, tí hann er ávegis til Chelsea. Dysturin var ferðmikil og undirhaldandi, men støðið á spælinum var lágt og bæði liðini gjørdu nógvar feilir.
Everton og Liverpool liggja famvegis nummar 12 og 13, og tað kann verða leingi áðrenn hesi bæði liðini verða at síggja í oddinum í Premier League, sum støðan sær út í løtuni. Hvørki av liðnum kundi brúka eina stigi til nógv og tað var við einari tómarin kenslu at viðhaldsfólkini fóru heima eftir grannauppgerðina á Anfield.
Heim til Norra!
Tað er gamalt millum Manchester City viðhaldsfólk, at tey flestu viðhaldsfólkini hjá Manchester United koma úr London og aðrastaðni frá. Nú hava Everton viðhaldsfólkini gjørt eitt líknandi róp, har tey vilja verða við, at flestu Liverpool viðhaldsfólkini koma úr grannatjóðini, Norra.
- - “Heim til Norra!” Tað var stutti og greiði boðskapurin frá Everton viðhaldsfólkinum eftir dystin á Anfield.
Manchester United framvegis ósigrað
Sir Alex Ferguson og hansara menn fingu eitt stig eftir málleysan javnleik á útivølli móti Tottenham. Manchester United fekk høgrabakkin, Rafael, útvístan, men teir megnaðu at halda fast. Manchester United er einasta liðið í Premier League, ið framvegis er ósigrað. Manchester City, Arsenal og Chelsea vunnu sínar dystir og nærkast tí Manchester United við tveimum stigum eftir hetta vikuskiftið.
trondur@sosialurin.fo
……………………..
Ryan Giggs – 600 Premier League dystir
37-ára gamli walisin spældi í gjár sín dyst nummar 600 í Premier League. Hann var við frá byrjan, tá Premier League byrjaði í 1992 og hann hevur sum tann einasti, skorað í øllum kappingarárinum síðani Premier League byrjaði.
…………………………..
Brad Friedel – 250 dystir á rað
Fyrrverandi lærumeistarin hjá Gunnari Nielsen, Brad Friedel, hevur nú spælt 250 dystir á rað í Premier League og tað er met. Gunnar Nielsen og Brad Friedel spældu saman í Blackburn, áðrenn Brad Friedel skifti til Aston Villa í 2008.










