Travel Mart
Føroysku tíðindafólkini búðu væl á Mayfair hotellinum í Helgolandsgade mitt í Keypmannahavn, meðan Vestnorden Travel Mart var á Scandic Copenhagen, ið liggur tætt við. Tað tók einar 5 minuttir at ganga ímillum, so plaseringin var rættiliga høglig í so máta. Bæði hotellini høvdu gott netsamband, sum eisini var ókeypis. Tá vit komu á Mayfair og beinanvegin spurdu um net, fingu vit kotu við passorði og loyniorði, og tá vit spurdu um kostnað, var svarið, at “netsambandið er ókeypis…” So, hetta eru góðar umstøður hjá teimum, ið brúka net í sínum arbeiði.









