Bóðu fólk lata vindeygu og hurðar aftur

Klokkan 19.38 í kvøld fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, at eitt hvørt var hent úti á bryggjuni á vestara armi í Klaksvík.

Klokkan 19.38 í kvøld fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, at eitt hvørt var hent úti á bryggjuni á vestara armi í Klaksvík.

 

- Fólk hoyrdu eitt buldur, og síðan stóð roykur upp úr einum av virkisbygningunum úti á vestara armi. Síðan kendist ramur ammoniakk-roykur har á leiðini, sum roykur stóð.

 

Løgreglan sigur, at fólk, sum búgva og uppihalda sær nærindis virkisbygninginum, beinanvegin fingu boð um at lata vindeygu og hurðar aftur og annars ikki at anda roykin í seg.

 

- Sløkkilið og løgregla fóru alt fyri eitt á staðið, eins og økið var sperrað av. Tað vísti seg, at eitt ammoniakk-rør var brostið í einum av vinnubygningunum úti á havnalagnum.

 

Løgreglan sigur, at nú er alt undir eftirliti, og allur vandi er av. Eingin var í bygninginum, tá hendingin fór fram, og eingin hevur fingið skaða.