Ábøturnar til fólkapensjónistar eru valagn

?Tað er einki annað enn valagn, at landsstýrið nú gevur fólkapensjónistunum part av teimum ábøtunum, sum teir eiga og skuldu havt fingið. Rættast var, um fólkapensjónin var prístalsregulerað, tí so høvdu fólkapensjónistarnir fingið væl meira, sigur Marjus Dam

Pensjónir
Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at ætlanirnar hjá landsstýrinum eru einki annað enn valagn.
Landsstýrið kunngjørdi fyrr í vikuni, at pensjónistar skulu fáa nakrar ábøturnar, sum teir kallaðu tað. Eitt nú skuldi grundupphæddin gerast skattafrí og tað skuldi vera lættari hjá pensjónistum at vinna sær nøkur oyru við síðurnar av pensjónini.
Vágatingmaðurin hjá Sambandsflokkinum heldur tað vera sera løgið, at landsstýrið nú leggur hetta uppskotið fram, tá ið samgongan hevur felt fleir onnur uppskot frá andstøðuni, sum góvu pensjónistum ein munandi bata.
?Tað er eingin ivi um, at hetta er valagn. Sambandsflokkurin hevur eisini áður skotið upp, at fólkapensjónistar skulu fáa meira at lívbjarga sær við, men hetta hevur samgongan felt, sigur Marjus Dam.
Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin undirstrikar, at hann er fegin um, fólkapensjónistar nú fáa fleiri pengar, men hann heldur ikki nógv um framferðarháttin hjá landsstýrinum.
?Á fíggjarliga økinum fer samgongan at hava tørv á einari eykajáttan, og nú er meginparturin av yvirskotinum burtur. Tað gevur óivað at vera soleiðis, at beint áðrenn valið, verður hetta uppskotið samtykt í tinginum. Tá ið lógin er sett at virka við afturvirkandi kraft, so fáa pensjónistarnir á henda hátt ábøturnar frá landsstýrinum beint undan eitt løgtingsval, og hetta er einki annað enn valagn, sigur Marjus Dam.
Vágatingmaðurin heldur, at skattatrýstið í Føroyum sum heild er alt ov høgt, og hetta rakar eisini pensjónistar. Hann leggur eisini dent á, at tær ábøturnar, sum pensjónistarnir fáa nú, ikki eru annað enn tað, ið teir eiga at fáa, og hetta hevði eisini verið munandi meira, um fólkapensjónin var prístalsregulerað, sum Sambandsflokkurin m.a. hevur skotið upp.
?Áðrenn blokkurin kom, so vórðu pensjónirnar prístalsreguleraðar, men hetti vendi mann burturfrá aftur. Nú fer mann undir at minka blokkin, soleiðis at tað ikki er av neyð, at viðurskiftini koyra tungt, sigu Marjus Dam.
Hann leggur afturat, at teir eitt nú hava skotið upp, at leggja 800 mió í grunn til pensjónistarnar, men hetta var tað heldur eingin áhugi fyri í samgonguni.

Hava bøtt um
Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum var løgmaður frá 1994 til 1998, sigur, at teir í tí tíðarskeiðinum framdu fleiri batar fyri fólkapensjónistarnar.
?Vit hækkaðu eitt nú bæði botnfrádráttin og viðbøturnar. Eisin betraðu vit um á røktarøkinum, og hetta er nakað, ið henda samgongan einki hevur gjørt við, sigur Edmund Joensen.
Tá ið landsstýrið løgdu ætlanirnar fram viðvíkjandi fólkapensjónini varð víst á, at undanfarna samgongan einki hevði gjørt fyri at betra um umstøðurnar hjá Pensjónistunum og útgjaldið hevði verið tað sama øll árini.
Edmund Joensen er, sum tað eisini sæst omanfyri, púra ósamdur við hesum sjónarmiðinum.
Hann er samdur við partamanni sínum, Marjusi Dam, í, at hetta er einki annað enn valagn, at landsstýrið nú tekur hetta stigið, tí samgongan hevur felt fleiri uppskotum, sum Sambandsflokkurin hevur verið partur av.