Báturin nærum klárur til nýggjársbál

Í Vági er vanligt at brenna gamlan bát, ið er prýddur, á nýggjárinum.

Í Vági, nýggjársbygdini miklu, er vanligt, at nýggjársbalið er gjørt kring ein gamlan bát. Soleiðis er eisini í ár.

 

 

Í dag sást, at báturin er komin á pláss við Tríkantin, ið er við Sandin, har stóra bálið vanliga er. Seinnu árini hevur báturin eisini verður prýddur sum víkingaskip við drekastevni og skjøldur eru framvið síðunum. Tað er Jakob Skaaning, ið hevur tikið sær av hesum, og sum myndin vísir, var hann í dag í gongd við at prýða bátin.

 

 

Vágur er kend sum bygd, ið ger nógv burturúr á nýggjárinum, og hevur áralanga siðvenju á hesum økinum. Nærri kunnung um skrá og annað sæst á heimasíðuni nyggjar.com, har ætlanin eisini er at stroyma frá nýggjárshaldinum og fýrverkinum.