Báturin komin á bálplássið

Nýggjársbygdin framum aðar, verður Vágsbygd ofta nevnd. Og tað er ikki av ongum, at fólk velja at leita sær til Vágs at uppliva nýggjárshaldið við kyndlagongu, báli, nógvum fýrverki og dansi. 

Føroyingar, ið sum so ikki hava samband til Vágs, velja at leita til Vágs á nýggjárinum, og eisini útlendingar hava seinnu árini leitað sær til føroysku nýggjársbygdina.

Hóast veðurforsøgnin sigur heldur keðiligt veður, so eru fyrireikingarnar í hæddini í Vági.

Báturin er settur á bálplássið á sonevnda trýkantinum, sum nýggjársnevndin hevur ognað sær til endamálið. Vanlgt hevur verið síðstu árini, at báturin verður prýddur, eittnú við drekahøvdi.

Farið varð at gera nógv burturúr nýggjárshaldi í Vági miðskeiðis í sekstiárunum.