Alt fleiri og fleiri føroyingar velja at nýta bátar sum kampingvognar. Og á Ólavsøku er hetta meiri sjónligt enn annars Ólavsøkan, tjóðarhátíð okkara, er tann tíðin á árinum, tá flestu føroyingar fylkjast í Havn. Men ójavnt er, hvussu vit ferðast til havnar.
Flestu okkara koma vð bili ella við ferju til høvuðsstaðin, men onkur er, sumn kemur á annan hátt.
Portalurin vitjaði umborð á einum báti, sum kom úr Kvívík. Bátin eiga hjúnini Petur og Rúna Hansen. Petur er abbasonur gamla Poul Hansen, sum stovnaðí heilsølufyritøkuna av sama navni, og til stuttleika kann nevnast, at Rúna framvegis arbeiðie hjá hesi fyritøkuni, meðan Petur er »lovens lange arm«.
Føroyingar brúka alt meiri bátar sum »kampingvognar«, og á Ólavsøku er tað meiri og meiri sjónligt, at so er.
Her sæst so, hvussu familjan Hansenh úr Kvívík heldur Ólavsøku ? millum annað.