Tað var í mars mánaði, at Liverpool og Manchester United spældu áttandapartsfinalur sínamillum í tí minnu, evropeisku stórkappingini, Europa League. Liverpool vann samanlagt 3-1, men tað var ikki einans á vøllinum, at liðini stríddust mótvegis hvørjum øðrum, tí at á áskoðaraplássunum var eisini stríð.
Hendingar vóru á áskoðaraplássunum í báðum dystunum, ið førdu til, at UEFA sektaði bretsku stórfeløgini bæði fyri óskikkiligu viðhaldsfólk síni. Felags fyri feløgini var, at tey blivu ákærd fyri, at fjeppararnir høvdu sungið óhóskandi sangir, kastað lutir inn á vøllin og sum heild skipað fyri óneyðugum ófriði.
Bøturnar, ið feløgini hava fingið, hava tó sera lítið upp á seg. Liverpool og Manchester United hava bæði fingið 430.000 krónur í bót, sum sjálvandi er ein rívilig upphædd fyri vanlig, sivil fólk, men ein slík upphædd er ikki meira enn ein vanlig vikuløn til ein leikara hjá slíkum stórfeløgum. Tessvegna hevur ófriðurin fingið avleiðingar, men hesar avleiðingar broyta upp á ongan hátt fíggjarstøðuna hjá feløgunum.









