Stutt eftir døgurða í dag var Fuglafjarðar Sløkkilið í holt við at taka ein glastrevjabát av slagnum AWI uppaftur, sum av eini ella aðrari orsøk lá sokkin í bátahylinum í Fuglafirði í morgun.
Portalurin kom fram við, tá menn hjá sløkkiliðnum fóru umborð á bátin, og arbeiðið at taka bátin uppaftur byrjaði.
Nakað av fólki var við bátahylin og hugdi, hvussu leikur fór.
At síggja til høvdu menn hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði fingið ein rút úr stýrhúsinum, og soleiðis sá út til, at ætlanin fyrst var at tøma stýrhúsið fyri sjógv.









