Klaksvík, Sosialurin:
Sylvan greiðir frá, at hann hevði fiskað allan dagin og hevði fingið eini trý túsund pund, tá hann gjørdi av at fara til hús.
- Eg hugdi niður í maskinuna, sum eg altíð plagi, áðrenn eg koyrdi lúkuna aftur. Tá sá eg, at nógvur sjógvur var komin í maskinrúmið, greiðir Sylvan frá.
Lenspumpan hevði sligið frá, og hon vildi ikki starta aftur. Tað var orsøkin til, at so nógvur sjógvur var komin í maskinrúmið. Sylvan hevði eina aðra pumpu eisini, men tað var ikki nóg mikið. So hann royndi eisini at pumpa við hond.
- Eg sá tó, at tað fór ikki at ganga, so eg rópti á Tjaldrið og Brimil, men av tí at, eg var staddur norðanfyri Viðoynna og teir í Leirvíksfirði, so hoyrdi teir ikki VHF - in. Men ein annar Klaksvíksbátur var nær við, so eg rópti á teir og bað um hjálp, sigur Sylvan.
Hin báturin var Elin, sum Karl Gudmund Henriksen úr Klaksvík eigur. Hann kom til, og tíggju minuttir eftir, at Sylvan var komin umborð á Elin, sakk Kyrrasund.
- Tað gekk ikki meir enn ein tími frá tí at eg varnaðist at báturin lak, til hann var sokkin, sigur Sylvan.
- Tað var helst tí, at tað var nógvur fiskur í bátinum, so hann var tungur.
- Men eg visti alla tíðina, at tað var ikki vandi á ferð hjá mær, tí at bátur var í nánd, men eg varð sjálvandi sera kløkkur. Og eg var illa fyri, tá eg kom til hús aftur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sylvan Jakobsen missir ein bát.
- Eg eri sera forharmaður um hetta. At tað skal blíva við. Eg veit ikki, hvat hetta er fyri nakað. Man skuldi trúð, at tað er rúnargandur, sigur ein skelkaður Sylvan at enda.