Bert smávegis materiellur skaði hendi, tá glastrevjabáturin "Vampan" av Strondum fór á land sunnan fyri Morskranes í trúkkum mjørka hósmorgunin. Sjóbjargingarstøðin fekk fráboðan frá politistøðini og vórðu boð alt fyri eitt send víðari til Kollafjarðar Bjargingarfelag, sum fekk alibátin Njørður frá Vestlaks, at koma "Vampanum" til hjálpar. Tað eydnaðist Njørði at toga Vampan av aftur og nakað av skaða var komið á róðrið og kjølin men báturin lat ikki. Vampan varð sleipaður inn á Strendur. Hetta er aðru ferð í ár, at Kollafjarðar Bjargingarfelag bjargar báti á Tangafirði sigur MRCC støðin í Havn í skrivi. Vampan hevði 3000 pund á dekkinum tá óhappið hendi.








