Ábøtur í Koltri fyri 330.000 krónur

Vinnunevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur nú samtykt at gera eitt arbeiði fyri at betra atløguviðurskiftini í Koltri, sum annars eru sera vánalig.

- Tá fólk búðu fast í Koltri, høvdu tey tørv á at hava eitt trygt pláss til ein bát, sum kundi liggja í hylinum innan fyri betongbryggjuna í hampuligum líkindum. Tá høvdu tey eisini tørv á at kunna draga bátin upp. Tað var trupult at gera tær nevndu ábøturnar, uttan at gera stórar íløgur, og datt hendan ætlanin tí niðurfyri, eisini tí at fólk ikki býr fast í oynni um veturin.

Tað sigur Sjúrður Olsen, sum er formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráði.

Hann vísir á, at hóastefólk ikki býr fast í oynni alt árið, kemur talið av vitjandi summargestum helst at vaksa munandi. Av tí at lendingarviðurskiftini eru sera trupul, eru tað nógvir dagar, eisini um summarið, har tað ikki ber til at seta fólk í land.

Fyri at bøta um møguleikan at seta fólk í land, hevur Jákup Alberg Berg og onnur, sum javnan sigla út í oynna, gjørt eitt uppskot um, hvussu bøtast kann um lendingarviðurskiftini.

- Hugskotið er at bolta harðar sergjørdar bylgjutar plastplátur upp á suðursíðuna á molanum, at festa eina sergjørda landgongd, sum kann dragast inn á bryggjuna og skjótast út frá bryggjuni - alt eftir stødd á báti og flóð og fjøru. Eisini skal ein sterk keta festast í botn uttan fyri lendingina, sum skal brúkast til halda bátinum akkurát leysum frá bryggjuni.

- Arbeiðið kann gerast fyri 330.000 krónur. Hetta hevur havnarmeistarin mælt til at játta av íløgunum til Tórshavnar havn, og vinnunevndin hevur nú samtykt at taka undir við tilmælinum, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevnd Tórshavnar býráðs.