Tá løgreglan í døgunum frá 14. juni til sunnudagin 27. juni gjørdi Grein 13 kanningar kring landið, vóru í alt 133 rapportir skrivaðar og bøtur fyri 84.450 krónur latnar. Løgreglan sigur, at høvuðsendamálið var at fáa ferðandi í bili at brúka trygdarbelti og at kanna um ljósini vóru í lagi. Kannað varð samstundis eftir, um bilurin annars var í lagi.
Í Miðøkinum, sum eru Streymoy, Vágar og Sandoy, vórðu 393 akfør kannað.
Í Norðurøkinum, sum er Norðoyggjar og Eysturoy, kannaðu teir 110 akfør.
Og í Suðurøkinum, sum bert umfatar Suðuroynna, vórðu 264 akfør kannað.
Tilsamans var talan um 767 akfør, sum vórðu kannaði.
133 rapportir, við einum ella fleiri brotum, vórðu skrivaðar.
75 vórðu skrásett fyri ikki at hava brýkt trygdarbelti, og var hetta tað mesta.
30 høvdu ikki ljósini í lagi, og 31 høvdu ikki koyrikortið hjá sær.
12 høvdu ov nógvan skund og 14 høvdu ikki dekkini í lagi.
Tilsamans vórðu bøtur skrivaðar fyri 84.450 krónur, upplýsir løgreglan.










