Leygarmorgunin varð ein 19 ára gamal maður stungin í hel á Strøgnum í Keypmannahavn, og tað hevur fingið fólk at rópa varskó. Millum annað hava fólk í túsundavís skriva undir mótmæli fyri at bannað knívum í almenna rúminum. Í Danmark er í dag forboð ímóti at ganga við knívi longri enn sjey sentimetrar.










