Býttleikakreppa

Havi verið uttanlands í nakrar mánaðir

Júst afturkomin hoyri eg í Kringvarpi Føroya, at fíggjarlógin er til umrøðu. Ein vælnøgd mansrødd ljóðar úr lurtinum, sera vælnøgd og ”skilagóð” tykist maðurin sjálvur at halda, sum eigur hana. Vísu orðini eru: ein króna ella peningur til Fróðskaparsetur Føroya er ”om igen” peningur í lumman á enn einum havnarfólki!!!!

Ísland er í svárari fíggjarkreppu, sum teir kunnu gera nakað við. Føroyar hava eina politiska BÝTTLEIKAKREPPU, sum tíverri bara stendur við og versnar, hon tykist ikki renna av aftur í bræði.