Bøtt verður um viðurskiftini hjá bátaeigarum

Á Skála verða bátabrúgvar lagdar út, og í Skálafirði verður ein flótibryggja úr betongelementum løgd út í bátahylin

Betri atløga

Í Skála kommunu eru tey í holt við at bøta um umstøðurnar hjá bátaeigarunum, bæði á Skála og í Skálafirði.
Kári Johannesen, bygdaráðsformaður, sigur, at skálamenn eiga nógvar maskinbátar, men tað eru eisini nógvir, sum eiga neyst og hava bátarnar standandi inni ein part av árinum.
- Í Skálafirði er bert onkur einstakur bátur, men hugsandi er, at meira lív kemur í bátahylin har, tá ið umstøðurnar verða betraðar við eini flótibryggju.
Kári sigur, at í bátahylinum á Skála liggja fortoyningar, men hesar verða tiknar upp, nú nýggju brúgvarnar verða lagdar út.
- Í løtuni eru menn hjá kommununi í holt við at seta brúgvarnar saman, og tá ið hetta er gjørt, verða tær lagdar út í hylin.

Nøktar tørvin

Hann vísir á, at tilsamans 16 brúgvapláss verða í bátahylinum, og hann heldur, at hetta fer at nøkta tann dagliga tørvin, tí allir bátarnir hjá skálamonnum liggja ikki í hylinum í senn.
- Vanliga liggja einir 12-15 bátar í bátahylinum á Skála.
Skála kommuna hevur keypt brúgvarnar frá KJ-Hydraulik í
Fuglafirði, og bygdaráðsformaðurin heldur, at tær síggja trivaligar út.
- Stálbesløg eru heft eftir allari longdini á bátahylinum, og sjálvir brúgvaarmarnir verða heftir í hesi besløgini.
Kári sigur, at tað fer ikki at taka langa tíð at hefta sjálvar armarnar í besløgini.
- Hetta er ein íløga uppá umleið 200.000 krónur, umframt kostnaðin av uppsetingini, sum vit sjálvi taka okkum av, sigur hann.
Hann vísir á, at skipanini verður hon, at bátaeigarar fáa ávís pláss við nummari, og kostnaðurin fyri eitt 10-mannafar verður einar 1200 kr. um árið.

Flótibryggjan

Umframt at bøta um viðurskiftini hjá bátaeigarum á Skála, fer kommunan eisini at leggja út eina flótibryggju í Skálafirði.
- Tá ið bátahylurin í Skálafirði varð bygdur fyri eini 15 árum síðan, keypti kommunan eisini flótibrúnna, sum hevur ligið á Skála øll árini. Men nú ætla vit okkum at leggja brúnna út í hylin í hesum árinum.
Bygdaráðsformaðurin sigur, at flótibryggjan er sett saman av betongelementum sum flóta í sjónum.
- Flótandi "armar" kunnu festast í flótibrúnna, men hetta verður ikki gjørt í fyrstu syfti.
Kári Johannesen metir, at eini 10 bátapláss kunnu skapast í Skálafirði, tá ið alt arbeiðið er liðugt.